Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

MEGD: Komandi vikurnar verður høvi at vitja myndaframsýningina við heitinum „Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist” á Biskupstorgi í Klaksvík.

Myndaframsýningin er úrslit av samstarvi millum MEGD og kenda myndamannin Rick Guidotti, sum í september 2018 vitjaði Føroyar. Endamálið við vitjanini var at taka myndir av føroyingum, ið gerandis liva við avbjóðingum. Tær 31 myndirnar á framsýningini eru úrslit av vitjanini.

Myndirnar skulu gjøgnum persónligar søgur fáa í lag samtalur, prát og møguligt kjak um, hvussu vit síggja hvønn annan sum menniskju. Hetta verður gjørt við ynskinum um at broyta mangan upplivaða vanahugsan um fólk, ið hava avbjóðingar og onkuntíð síggja øðrvísi út orsakað av breki, sjúku ella øðrum avbjóðingum.

Á føroyavitjanini varð vitjað á Setrinum hjá lesandi sjúkrarøktarfrøðingum og á Almannaverkinum. Rick tók m.a. myndir á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, har hann hitti starvsfólk, foreldur og børn, á Skúlanum á Trøðni í Tórshavn, í Tofta Skúla, á Verkstaðnum á Brekku og útibarnagarðinum Fjallafípuni í Klaksvík.

Uttan stuðlar var verkætlanin als ikki møgulig og vit takka: Sjúkrakassagrunninum, Kiwanis, Pelagos, Tórshavnar kommunu, JFK, BankNordik, Norðurlandahúsinum, Atlantic Airways, Lions Club, Skansi Offshore, Betri, Føroya Bjór, Krúnborg, Norðoya Sparikassa, Myndlist, Vónini og Mentanargrunni Landsins.

Eisini takka vit Mimmy Vágsheyg á Cafe Fríða fyri góða ráðgeving og hjálp.

Ver vælkomin til myndaframsýning á Biskupstorgi.

Kunning um MEGD og arbeiði okkara: www.megd.fo
Kunning um Rick Guidotti og arbeiði hansara: www.positiveexposure.org

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo