Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Tey prenta blátt í Steinprenti og hava úr at gera við at fáa bláu prentini liðug og signeraði til gløgglistaløtuna, sum verður í Steinprenti mikudagin 14.des frá kl.16-18. Hetta verður samstundis upplating av framsýningini Myndaódnin 2016 við eini ørgrynnu av list hjá listafólkum, sum hava arbeitt og framsýnt í Steinprenti millum ár og dag og listabókum, sum verða til sølu og afturvið øllum tí listarliga verður gott jólagløgg at fáa.

Á framsýningini hanga m.a. tær seks, spildurnýggju djúpbláu myndirnar hjá Tróndi Patursson, sum limir í áhugafelagnum Steinbrá kunna velja ímillum sum gávuprent, einasta treyt er, at limagjaldið er goldið - tað ber væl til hjá limum at hava limagjaldið við og eisini eru nýggir limir vælkomnir mikudagin.

Steinbrá er áhugafelag, sum stuðlar virkseminum hjá Steinprenti, tvs. at øll inntøka felagsins fer beinleiðis til rakstur hjá Steinprenti.

Limagjaldið er smáar 500,- krónur um árið hjá einstaklingum, feløg og virki rinda 2000, og fyri hetta fæst á hvørjum ári m.a. eitt grafiskt listaverk, sum eitt av okkara bestu listafólkum hevur gjørt.

Í ár er tað altso Tróndur Patursson, honum dámar annars best at arbeiða við stórari stødd, so at áskoðarin skal kunna kenna seg søkka inn í verkini og føla vektloysið og kosmiska sambandið við alheimin.

- Men eg haldi í grundini, at tað hevur eydnast Tróndi at fáa júst hesa kensluna fram í nýggju prentunum, sum tó at tey máta 25 x 20 cm, eru stórbær.

Jan Andersson greiðir frá, at tað gjørdust ein avbjóðing hjá verkstaðnum af fáa hetta fram, sum listamaðurin ynskti, tað varð loyst m.a. við at finna og brúka serligar litir, tessvegna eru litirnir í myndunum m.a. av fronskum, hálendskum og amerikonskum uppruna. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo