Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt at vit øll kundu fegnast um, at tað eru fleiri frísk eldri sum hava eitt virkið lív longri - og harvið eru við til at skapa eitt ríkari samfelag fyri øll ættarliðini. Samstundis ásanna vit, at ikki øll eru eins frísk, men at hesi eisini skulu kenna tað trygt at gerast gamal.

Hann nevndi, at okkara samfelag er samansett av øllum aldursbólkum í einum lutfalli, sum broytist. Áður vóru ættarliðini knýtt saman natúrliga gjøgnum arbeiði í gerandisdegnum.

Ættarliðini høvdu brúk fyri hvørjum øðrum, og omma og abbi høvdu sín natúrliga leiklut í húsarhaldinum, eisini eftir pensjónsaldur. Samfelagið alt hevði tørv á tí lívsvísdómi, sum tey eldru sita inni við.

Í dag hava vit tíbetur virkin eldri og eldrafeløg, ið leggja politikkarunum lag á. Okkara felags slagorð er "Virkin og vakin - alt lívið!" Tilvitanin um, at matur og ítrótt og rørsla eru heilsugóð, er grundleggjandi, og tí hevur rørsla stóran týdning og er viðkomandi fyri øll, sum kunnu røra seg.

Júst hetta, at aktivera borgarar – at eggja til ítrótt og rørslu – er eitt av hjartamálunum hjá okkara heilsutænastu. Vit eru tilvitað um henda týdning, bæði heilsuliga og sosialt.
 
Vit eru sannførd um, at eitt hóskandi dagtilboð bæði kann vera við til at útseta tørvin á stovnsplássi, og geva brúkaranum eitt virðiligari lív og ein innihaldsríkari gerandisdag.

Tað var stutt fyri jól í 2010, at farið varð undir verkætlanina "Eldradepil Yviri við Strond", sum fekk navnið Boðanesheimið. Fyrstu búfólkini fluttu inn í desember 2012, t.v.s. fyri 10 árum síðan. Tað vóru arkitektarnir Albert Isfeldt og Gudmund Hansen, sum teknaðu heimið.

Virkis-og Venjingarstovan skipar tiltøkini í húsinum. Her kann verða nevnt venjingar, sangløtur, dansur, bindiklubbar, undirhús, bingo, gudstænastur og møti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo