Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Seinnapartin í dag var hátíðarløta í vøggustovuni Stella Maris, í samband við at Edna Strøm Günther og Marjun Nielsen hava verið 45 ár í starvi.

Borgarstjórin, Heðin Mortensen handaði teimum heiðurstekin frá Tórshavnar Kommunu, og fortjenstmedalje frá hennara Hátign Margrethu Drotning.

Nógv fólk var komið saman, og nógv var gjørt burturúr við køkum og kaffi, røðum og tónleiki. Ólavur á Váli Olsen framførdi nøkur løg, saman við systur síni Jonu Olsen, og mammu síni Charlottu á Váli Olsen.

Í røðu síni byrjaði Heðin Mortensen við at takka fyri, at hann var boðin við til hetta hugnaliga hátíðarhaldið, og fyri høvið at halda røðu fyri teimum báðum trúføstu starvsfólkunum.

“Tað er altíð so hugnaligt at vitja tykkum heruppi í Stella Maris, ikki minst ein sovorðnan hátíðardag, nú Edna og Marjun verða heiðraðar, fyri trúgva tænastu í 44 og 45 ár.

Nógvar familjur í Havnini hava altíð havt ein serligan tokka til hesa vøggustovuna á Varðagøtu, mitt í verðini, beint við Viðarlundina, Grasagarð, Gundadal, og miðbýin sum heild.

Og ikki at forgloyma, við einum tí besta garðinum í Havnini, til børnini at spæla og rokast í.

Sigur tú t.d. Blákollan, Summardáin, Smærustova og Sólareygað, so vita havnarfólk flest, at talan er um stovur í Stellu Maris.

Og tey nøvnini hava borgað fyri góðsku, leingi.

Søgan um Stella Maris gongur heilt aftur til 1958, tá nonnurnar settu á stovn ta fyrstu vøggustovuna í landinum. Í byrjanini helt vøggustovan til í tveimum skúlastovum á Sankta Frans Skúla, beint hinumegin vegin, men í 1965 flutti vøggustovan niðan til betri og rúmligari umstøður, her í Stella Maris.

Og tað hevur altíð verið sagt, at Stella Maris er ein góð vøggustova. Ein serstakliga vælskipaður og vældámdur stovnur - Har børnini hava trivist væl, og foreldur og familjur hava kent seg væl.

Sovorðin úrslit fær man ikki uttan við góðum starvsfeløgum, á einum góðum arbeiðsplássi.

Og tað er júst tað, sum vit eru komin saman at hátíðarhalda í dag!

Edna, tú ert eitt álitisfólk, og trúføst sum fá.

Sambært tínum starvsfeløgum ert tú sera nærløgd og arbeiðssom.

Og so ert tú eisini deiliga drúgv í tínum verki. Ja tú heldur leingi á, og ert altíð klár til at rætta eina hjálpandi hond, eisini tá ið eyka tøk skulu takast. Og tað hevur ikki verið so sjáldan.

“Edna er bara, heilt einfalt, ein sovorðin sum man kann líta á!” segði ein.

Tey søgdu eisini, at sjálvt um tú ert eitt sindur afturhaldin og friðarlig, so hevur tú sanniliga tínar meiningar um tingini... og tinar meiningar kunnu saktans verða sterkar.

Men fyri tað hevur tú ongan tørv á, at rópa upp um tað.

Tú ert rólig og friðarlig. Tú hvílir so væl í tær sjálvari. Í tí sum tú ert, og í tí sum tú gert.

Hetta er ein góður eginleiki, ikki minst í hesum starvinum.

Tú ert tolin, og treyst, og hevur stórt tekki hjá børnunum, og hjá foreldrunum. Tú ert altíð so hjálpsom og umhugsin, í øllum tí sum tú gert. Og vit hava øll fingið stórt gagn av, at hava ein so góðan starvsfelaga.

Og frá einari álitiskvinnu til aðra, Marjun!

Tá vit tosaðu við starvsfólkini so nevndu tey um teg, at tú ert so loyal og pliktuppfyllandi, og at tú altíð møtir til tíðina. Og hetta pliktuppfyllandi “genið” hevur sambært tínum starvsfeløgum eisini gjørt, at tú hevur met-fáar sjúkradagar.

Og so hevur tú eisini hesa deiligu sjálv-ironiina, at tú dugur væl at síggja tað stuttliga í støðuni, bæði tá tú sjálv, og hini starvsfólkini, gera okkurt býtt.

Fyri børnunum hevur tú hjartað á røttum stað, og altíð ein opnan favn. Serliga væl dugur tú kynstrið, at taka ímóti “ótryggum” børnum um morgnarnar. Ein eginleiki sum hevur stóran týdning, fyri at bæði børn og foreldur koma at kenna seg tryggan.

Tú hevur góðan frið á tær. Og tú dugir eisini væl at fáa frið yvir ein larmandi flokk av børnum. Ein sjáldsama góður eginleiki, sum er komin væl við her í Stella Maris.

Og so ert tú eisini kreativ Marjun, tú dugir alt møguligt, og finnur altíð uppá okkurt stuttligt.         Og sambært tínum starvsfeløgum, so fært tú oftani tíni bestu hugskot, tá tú liggur í andvekri. 

Yvirhøvur hava tit báðar, Edna og Marjun, við tykkara evnum, og tykkara trúfesti yvirfyri bæði børnum, foreldrum og hinum starvsfólkunum, fingið øll til at trívast, og at kenna seg tryggan.

Tað at tit hava lagt allan tykkara starvsaldur í Stellu Maris - tað sigur í veruleikanum alt.

Og tað er akkurát tað.

Tað er so nógv sum kann skrivast. Og nógv sum kundi verið sagt.

Men tað er nærum ógjørligt at seta nøkur rættvísandi orð á tann týdning, sum tykkara góða umsorgan fyri børnunum hevur havt.

Vit kunnu ikki viga tað á eini vekt, ella rokna tað við einum excell-arki.

Men tað kann merkjast, og tað hevur gjørt mun, hjá øllum teimum fleiri hundrað børnunum sum hava verið so heppin, at kenna hitan av tykkara hondum.

Í tykkara tryggu varðveitslu hava børnini her við Varðagøtu altíð havt tað gott.

Vegna Tórshavnar kommunu vil eg bera tykkum eina hjartans tøkk fyri trúfestið, og fyri tíðina.

Og er tað ikki meira enn rímiligt, at vit eisini vísa tykkum virðing, við hesum heiðurstekninum frá Tórshavnar Kommunu, sum Anker Eli Petersen hevur sniðgivið, og harafturat fortjenstmedaljuni frá hennara hátign Margrethu Drotning. 

- Ein serstøk viðurkenning, til tvær serstakar kvinnur, fyri tykkara serstaka arbeiði í Stellu Maris.

Eftir røðuna hjá Heðini Mortensen borgarstjóra, framførdi Ólavur á Váli Olsen nøkur løg, saman við systur síni Jonu Olsen, og mammuni Charlottu á Váli Olsen. Síðani varð boðið til kaffi og køkur. Eitt hugnaligt hátíðarhald í vøggustovuni Stella Maris.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo