Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

MYND: Fróði Heri Poulsen

MYND: Fróði Heri Poulsen

MYND: Fróði Heri Poulsen

Her eru nakrar myndir frá tá ið vitjanin hjá Krúnprinsahúskinum byrjaði í Vágum í morgun.

Sí myndir her

Myndirnar hevur Fróði Heri Poulsen tikið.

Skráin sær soleiðis út:

Kl. 10.20       Fráferð við bili frá Kongsskipinum Dannebrog, sum liggur á Miðvági. Krúnprinshúskið við fylgi verður heintað av Lene Moyell Johansen ríkisumboði og harra Stendor Johansen.

Kl. 10.25       Koma til Sandavágs.
Í kirkjuni tekur Jógvan Fríðriksson biskupur ímóti.

Kl. 10.30       Gudstænasta í Sandavágs kirkju.

Kl. 11.35       Fráferð við bili frá kirkjuni til Bíggjar

Kl. 12.10       Koma til Bíggjar.
Jógvan Fríðriksson biskupur og frú Maria Eiriksdóttir taka ímóti.

Miðmáli í Bø

Kl. 12.15       Biskupur er vertur fyri miðmála í gamla pakkhúsinum í Bø. Biskupur heldur stutta røðu fyri krúnprinshjúnunum, meðan miðmálin er. Løgmaður sigur nøkur orð at enda undir máltíðini.

Kl. 13.25       Fráferð við bili úr Bø til Kongsskipið Dannebrog, sum liggur á Miðvági. Jógvan Fríðriksson biskupur og frú Maria Eiriksdóttir siga krúnprinshúskinum farvæl.

Lene Moyell Johansen ríkisumboð fylgir krúnprinshjúnunum við fylgi til Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 13.45       Koma til Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 14.15       Fráferð við bili frá Kongsskipinum Dannebrog til flogvøllin.

Kl. 14.25       Koma til Vága lufthavn.
Krúnprinshúskið við fylgi ganga beinleiðis umborð á flogfarið.

Krúnprinshúskið verður boðið farvæl:
Aksel V. Johannesen løgmaður og frú Katrin D. Apol
Lene Moyell Johansen ríkisumboð og harra Stendor Johansen
Marjun Hanusardóttir løgmansstjóri
John Kølbæk fúti
Durita L. Jóansdóttir avgreiðslu- og siðaregluábyrgdari Gudrun M. Nolsøe fulltrúi
Ann á Argjaboða Ritter skrivstovufulltrúi

Kl. 14.35       Fráferð frá Vága floghavn við Atlantic Airways.

Kongsskipið Dannebrog siglir av Miðvági beint eftir, at flogfarið er farið.

Kl. 17.40       Koma til Kastrup floghavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo