Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sláið Ring: Mikukvøldið 13. juli byrjaði stóra norðurlendska fólkadansistevnan HAVLEIKUR 2022 við stórari setan á Vaglinum.

Tað var fitt av fólki møtt, og byrjaði setanin við sermerktari skrúðgongu, har luttakararnir gingu eftir øllum vegunum, ið føra til Vaglið - teir flestu ílatnir fólkadraktir.

Har vóru bornar fram røður, umframt at luttakandi londini sýndu fram hvør sín dans.

Síðst á skránni var felags føroyskur dansur, har Arnjohn Hvítklett skipaði Flóvan Bænadiktsson. Dansurin gekk væl, og flest øll, ið møtt vóru, tóku lut.

At enda var aftur skrúðgonga, har luttakararnir á HAVLEIKI 2022 gingu niðan í Norðurlandahúsið.

Ein sera stuttlig og hugnalig løta á Vaglinum, har fólk savnaðust og gleddust um dansin. 

Eftir setanina varð dansað víðari í Norðurlandahúsinum. Skráin var løgd til rættis soleiðis, at øll luttakandi londini skipaðu fyri fólkadansi - hálvan tíma hvør.

Nú var samskipari í øllum dansunum, soleiðis at øll sluppu at royna seg.

Vága dansifelag endaði kvøldið við føroyskum dansi - norskum og donskum vísum, soleiðis at øll kundu vera við. 

Hetta var eitt væleydnað kvøld, har mentanir hava hitst, og vit gleða okkum til fleiri slík kvøld á stevnuni.

Ikki minst til leygardagin, tá tað aftur verður upptraðkað við dansi, hesaferð í gamla kommunuskúlagarðinum, og á ellisheimum runt í Havnini, so øll - luttakarar og áskoðarar aftur kunnu frøast um dansin saman. 

Myndir: Ólavur Frederiksen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo