Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Listafotografurin Gwenaël Carré hevur gjørt myndarøðina við Høgna Mohr í sambandi við stóru mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.

Høgni Mohr var boðin aftur á slóðini í Funningi.

Ein vetur sat rithøvundurin í teirri fornu Ólvustovu og arbeiddi.

Fríggjakvøldið hevði borgarstjórin í Runavíkar kommunu samrøðu við Høgna í fullsetta skúlanum í Funningi.

Kendi sjónleikarin og tónleikarin, Jógvan Andrias Joensen, var til tiltakið.

Aftaná ognaði hann Høgna Mohr hesa yrkingina: 

takk fyri láturin,
við honum komu smílið,
sjálvboðin vøddamýking, 
blóðrensl,

annað andlitsbrá,
hjávera.

eg hevði ikki tað stóra uppá hjartað,
men tað fyltist við hjartaligheit,
og eg,
eg drýpi høvur,
eg veit mær ikki annað, nei.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo