Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ein av minnu skorunum vestantil á Streymoynni er Ásmundarskor.

Har hava onkuntíð gingið fleiri seyðir, men tey seinnu árini hava teir hildið seg til tveir ella tríggjar.

Í góðveðrinum í gjárkvøldið, tá kyrran eisini var góð, mannaðu teir bát og sigldu inn á Múlagjógv hagani klintrast kann upp í skorina. Tað ber eisini til at koma úr erva, men hildið verður at lættasta er at koma av báti.

Tveir hornaseyðir vórðu sleptir upp, og verða teir eftir ætlan tiknir inn aftur einaferð í heyst.

(myndir: Bjartur Tórhalsson)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo