Ymisk tiltøk hava verið á skránni nú Kollafjarðardagar 2022 hava verið frá 5. til 11. septembur. Eitt nú gongutúrar, framsýningar, vatnkríggj og fyrilestrar fyri bert at nevna okkurt.
Gjáramorgunin var farið á súkklu gjøgnum bygdina, talan var um hálvt maraton, og har vóru mong við, bæði fastbúgvandi og fólk við tilknýti til bygdina. Myndamaður okkara, Ólavur Frederiksen, var eisini á blettinum, og hann hevur sent okkum hesar myndirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo