Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Tórshavnar kommuna: Í kvøld hevði Tórshavnar kommuna móttøku fyri súkklarum og hjálparfólki hjá Team Rynkeby. Tey fara av landinum í kvøld og fara at súkkla til París.

Her er brot úr røðuni, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt fyri Team Rynkeby á móttøkuni:

“Summar, sól og súkklur – eitt gult summar.

Soleiðis haldi eg, at vit kunnu lýsa føroyska summarið seinastu árini eftir at Team Rynkeby byrjaði at síggjast á føroysku vegunum.

Vit kunnu leggja afturat, at seinastu dagarnar hevur ikki verið summar og sól, men kortini halda tit á, í ódn og logn.

Vit fylgja venjingum tykkara, tá vit síggja tykkum fara framvið – gjøgnum bygd, bý og óbygt.

Og vit kunnu staðfesta, at tit hava vilja og orku. Tí at fara gjøgnum eina tunga føroyska mótbrekku í nógvum mótvindi, tað er ikki stuttligt. Men tað er góð venjing, áðrenn tit leggja leiðina niður gjøgnum Evropa.

Fyrstu gulu súkklurnar hjá tykkum vóru at síggja á føroysku vegunum í 2004. Síðani tá hava tit savnað milliónir inn til vælgerandi endamál. Og tit halda fram. Tað er hugaligt at síggja.

Tit duga ikki bara væl at savna pening inn, tit duga eisini væl at savnað alt landið runt um ferð tykkara. Tí tit eru kring alt landið og venja, skipa fyri tiltøkum og øðrum.

Haldi tí, at eg kann siga, at allir føroyingar kenna Team Rynkeby. Og tit umboða eisini allar Føroyar.

Millum sól, sóljur og okkurt æli, hava gulu súkklurnar hjá tykkum sett dám á føroyska summarið.

Nú liggur evropeiska meginlandið fyri framman, áðrenn tit koma til París.

Skaldið Ernest Hemingway skal einaferð hava sagt: “Tað er bara í tveimum støðum í heiminum, vit kunnu vera eydnusom. Heima og í París.”

París, - býarinar býur- hevur nógv at bjóða, men her heima í Havn eru tit eisini altíð vælkomin, minnist til tað.

Fari at ynskja tykkum góða ferð og ansið nú væl eftir tykkum.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo