Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tórshavnar kommuna: Í dag seinnapartin var stóra musikk- ella hornorkesturstevnan sett í Eysturskúlanum. Hendan afturvendandi musikkstevnan hevur víst seg at hava alstóran týdning fyri áhuga, ídni, samanhald og ikki minst fyri menningina av horntónleikinum.

- Um ein hyggur aftur í søguna, er nógv stuttligt at lesa sær til um horntónleik í Føroyum. Tá Bakar Hansen hevði lært nakrar menn í Havn at blása í horn, tá var hetta nakað heilt nýtt – og kanska ikki so vælumtókt. Men í dag vita vit, at vit ikki høvdu kunnu verðið tykkum fyriuttan.

- Í øllum førum kunnu vit lesa okkum til, at Tingakrossur var skelkaður, tá fyrstu undirjørðisku dunini hoyrdust frá eini vambasíðari tuba undir hátíðarhaldinum fyri endurreisn løgtingsins í 1902.

- Tílíkt høvdu fólk ikki hoyrt áður. Men Tjaldur, sum hornorkestrið tá kallaðist, var komið fyri at verða.

- Og síðan 13. februar 1903 hevur hornblásturin verið ein sera stórur partur av tónleika- og mentanarlívinum í Havnini. Og Havnar Hornorkestur hevur júst havt 120 ára stovningardag.

- Nú er stevnan aftur í Havn. Og tað gleðir okkum sjálvandi serliga nógv, tí vit eru von við, at okkara býarorkestur – Havnar Hornorkestur – skjýtur várið í gongd á Vaglinum, og so marsjera vit øll í takt aftaná inn í summarið.

- Vanliga setir horntónleikurin dám á býin hiðani og til ólavsøku og langt eftir tað, men tá tílík stevna sum henda er, so er tað sum at stoyta bensin á bálið.

- Tað hevur ein ómetaligan týdning fyri tónleikaumhvørvið og trivnaðin í býnum og skapir ein stóran áhuga. Eg havi nevnt fleiri ferðir, at vit eru vælsignað við trimum hornorkestrum í býnum, GHM og Frelsunarherinum og so tí gamla Havnar Hornorkestri.

- Og vit kunnu als ikki ímynda okkum allar hátíðarløturnar uttan hornorkestrini.

- Stóra takk til øll orkestrini fyri luttøku. Eg fari at takka tykkum fyrireikarum og bera tykkum øllum eina stóra tøkk fyri tykkara innsats og stóra arbeiði, og stóra takk øll tit, sum eru komin aðrastaðni til Havnar at luttaka.

- Góða musikkstevnu og hjartaliga vælkomin til Havnar øll somul, segði Heðin Mortensen, borgarsjtóri, m.a., tá hann setti stevnuna seinnapartin í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo