Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í gjár var seyðasýning í seyðahúsinum hjá Ognarhaganum, uppi á Símunarbrekku. Seks hagapartar luttóku. Sýnarar vóru Jacob Vestergaard, Sólfinn Kjærbo, Jákup Joensen og Marner Gudmundsen.

Íalt vóru 51 veðragjólingar og 12 veðrar sýndir.

Virðislønir vóru latnar til bestu veðragjólingar nr. 1, 2, og 3, bestu hagar nr. 1, 2, og 3, besta veturgamla veðr. 1, 2, og 3 og besta eldri veðr nr. 1, 2, og 3.

Bestu veðragjólingar

1. Eigari Steinar Jacobsen, Leynahagi - Framman fyri húsini

2. Eigari Øssur Andreassen, Frammi í haga

3. Eigari Bartal Nadreassen, Frammi hagi

Bestu hagar

  1. Útihagi við 19,00 stigum í miðal

  2. Frammi í haga 18.33 stigum í miðal

  3. Ognarhagin 17.06 stigum í miðal

Besti veturgamli veðrur

1. Eigari Øssur Andreassen, Frammi í haga

2. Eigari Dánjal Petur Müller, Útihagi

3. Eigari Steinar Jacobsen, Leynahagi - Framman fyri húsini

Besti eldri veðrur

  1. Eigari Øssur Andreassen, Frammi hagi

  2. Eigari Niels Jákup Helgason, Hagahagi - Innarahelvt

  3. Eigari Monika Kartinsdóttir, Norðihagi

Fyrireikararnir takka Kvívíkar kommunu, MBM & Føroya Bjór og øllum, sum komu niðan í seyðahúsið.

- Eisini ein tøkk til tykkum, sum hjálptu til. Stuttligt at skipa fyri, tá ið undirtøkan er so góð. Sigast má at seyðaeigarar, dáma væl sýningina. Ætlanin er sjálvandi at hava sýning í komandi ári.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo