Har sum neyðin er størst, er Frelsunarherurin næst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur: Fyrr, tá alt var betri, tosaðu arkitektar um at byggja í samljóði við lendið, lata ljós skína gjøgnum húsið, ið skuldi vera ein organisk vera, sum altíð segði nakað um tey, ið har búðu. Húsið var teirra narrativ.

Serliga var tað arkitekturin Palli Gregoriussen, ið plagdi at taka til, at tú altíð skuldi byggja í og við lendinum, og aldri uppímóti ella í andsøgn við lendið, tá tú vart arkitektur og skuldi tekna og byggja hús fyri fólk at liva í.

Men so hendi tað bráddliga, haldi tað var í Hoyvíkshaganum, har fólkatalið eksploderaði og eftir ongari tíð bleiv tað næststørsta í landinum, eins stórt og í Klaksvík.

Í hesi gongd við vøksturi, tilflyting og tiltakandi íbúðarneyð, veksur fram ein sjálvsagdur vilji at betala tað, sum tað kostar, at fáa tak yvir høvdið og seta fót undir egið borð, sum sagt varð fyrr. Fót undir egið borð. Ein heil messa í Ítróttarhøllini á Hálsi, har tú skuldi betala fyri at sleppa inn, fyri at vita, hvør best kundi selja tær eini hús, sum tú kundi ganga runt um og sjálvur mála.

Sjálvt sosialdemokratiskir flokkar, røttu megin trúnna uppá menniskjað, tvíhildu um, at íbúðarbygging var ein privatsak, sum avgjørt var fyri hin einstaka. Sjálvt nýggjastu borgarstjórar í høvuðsstaðnum hava tvíhildið um hesa sannkenning og harvið forðað fyri, at kommunalið á nakran hátt medvirkaði í at geva borgarum, sum í eitt mannaminni høvdu búð í sosialum bústøðum í øðrum londum, nakað at búgva í, tá tey lurtaðu eftir lovorðum um at koma higar, tí her var arbeiði og vælstandur til allar hendur. Men ongar íbúðir.

Seinastu fáu árini hevur látipípan fingið annað og enn meiri ønskriligt ljóð.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo