

Í útvarpstíðindunum á miðdegi bleiv ætlanin hjá samgonguni um, at pengarnir skulu fylgja barninum umrødd.
Ein nevndarlimur í Demokratia skýrdi ætlanini, at vera kvinnukúgandi.
Álvaratos – nær er tað blivið til kúgan, at man gevur familjum fleiri møguleikar at velja í?
Ætlanin er at geva kommunum heimild at rinda foreldrum ein part av kostnaðinum av stovnsplássinum, um tey velja aðra ansing, ið passar teimum betri.
Tað er eitt gott átak fyri familjuna, ið gevur henni meir frælsi til at skipa síni viðurskiftir og gerandisdag.
Hendan skipan er í fleiri donskum kommunum í dag, har millum annað høvuðsstaðarkommunurnar gera brúk av henni.
Er Danmark eitt kvinnukúgandi land? Og kommunurnar í Keypmannahavn?
Noy, tær geva familjum størri frælsi at taka avgerðir um, hvussu teirra dagligdagur skal skipast.
Beinir Johannesen
løgtingsmaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo