At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Upp til hvørt val so er eitt av heitu evnunum vit pensjonistar, og eru nógv uppskot um, hvussu vit skulu fáa eitt betri lív, tí tað er so synd í okkum.

Tað nýggjasta - sum eingin pensjonistur hevur nakað ímóti - er so at mótrokningin skal skrúvast upp - onkur flokkur sigur upp í 80.000, onkur 90.000, onkur 100.000 og onkur annar okkurt heilt annað tal.

Tað vil siga, at ein pensjonistur skal kunna tjena so og so nógv, áðrenn mótroknað verður í pensjónini.

Hvussu nógv hetta fer at kosta landinum, havi eg ikki sæð nakað um enn, men kanska tað kemur.

Allir pensjonistar eru fegnir um at fáa arbeitt uttan at hetta skal ávirka pensjónina.

Ongantíð betri at einki mark var, soleiðis at tú fekst arbeitt uttan at móroknað varð yvirhøvur.

Í Danmark er í fyrstu atløgu samtykt, og hetta av tørvinum á arbeiðsfólki, ein 3-ára skipan, har pensjonistar fáa ymiskar fyrimunir í pensjónini, hava teir hug at arbeiða.

Í Danmark hevur eisini onkur politikari nevnt luksuspensjónina hjá politikarum, og hví einki verður gjørt við at reglulera hana, fyri at fáa eitt javnari samfelag.

Men tað hevur eingin politikari nevnt nakað um í Føroyum.

Hvussu ber tað til?

Hægsta pensjónsútgjald til ein føroyskan fyrrverandi løgtingsmann er 31.171,27 krónur um mánaðin, tá eru grundupphædd og Samhaldsfasti ikki við, vísti eitt innlit hjá VP.

Hetta er minst tvífalt so nógv sum ein vanligur pensjonistur fær, sum hevur verið eini 40-50 ár á arbeiðsmarknaðinum.

Gevur hetta eitt javnari samfelag?

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo