Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Brandur Sandoy, tingmaður, hevur í dag sett Jørgen Niclasen fyrispurning um vegin í Sandslíð.
 

1. Um so er, at Løgtingið játtar peningin, nær fer so arbeiðið í gongd at bøta um vegin í Sandslíð?

2.​ Er ætlanin at gera allan teinin gjøgnum Sandslíð tvísporaðan?

3.​ Er ætlanin, at Landsverk skal standa fyri arbeiðinum, ella er ætlanin at bjóða arbeiðið út til privatar at gera?

4.​ Hvat er gjørt fyri tær 2 mió. kr., sum vegurin í Sandslíð fekk játtaðar á fíggjarlógini fyri 2021?

5.​ Hvør verður arbeiðsgongdin, tá arbeiðið eftir ætlan fer í gongd, og hvussu er ætlanin at leiða ferðsluna eftir hesum vegi, meðan arbeitt verður?

6.​ Nær er ætlanin, at arbeiðið við vegnum skal verða liðugt?
 
 Viðmerkingar:
Løgtingið játtaði 2 mió. kr. til vegin í Sandslíð á fíggjarlógini fyri 2021. Vegurin er í sera ringum standi, og er einsporaður mestsum ígjøgnum alla Líðina.

Sum er koyrir nógv tung ferðsla á vegnum. Bakkafrost er um at fara í gongd við bygging av heimsins størstu lívfiskastøð í Skálavík, og tá Sandoyartunnilin er veruleiki, kann væntast, at ferðslan fer at økjast nógv av m.ø. ferðafólkabussum.
 
Vísandi til íløguætlanina hjá samgonguni er ætlanin, at Løgtingið skal játta 16 mió. kr. fyri 2022 og 18 mió. kr. fyri 2023, so at ábøtur verða gjørdar á vegin.
 
Tað hevur stóran týdning fyri tey, sum búgva og virka í eysturbygdunum í Sandoynni, at arbeiðið at bøta um farleiðina í Sandslíð ávirkar dagligu ferðsluna sum minst, tó at tað neyvan slepst heilt undan hesum.
 
Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

Brandur Sandoy
løgrtingsmaður

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo