Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Grein 52a spurningur til landsstýrismannin í samferðslumálum, Jørgen Niclasen, um Dalstunnilin.

Undirritaði, saman við Sirið Stenberg og Henrikki Old, fyrrverandi landsstýrismanni, eiga upprunauppskotið um arbeiðið at gera smærru tunlarnar við einum almennum tunnilstoymi.

Endamálið er at tryggja eina langtíðarraðfesting av Dalstunlinum, Tjørnuvíkartunlinum og Gjáartunlinum, so at hesir ikki detta niðurímilllum í stóru raðfestingarkabalini hjá polittisku skipanini.

Ætlanin var eisini at Fámljinstunnilin skuldi gerast eftir hesum leisti, men hann er seinni samtyktur í verklagslóg, og verður gjørdur at privatum entreprenørum.

Arbeiðið við Dalstunlinum gongur væl, og hóast byggihátturin er sera bíligur, so gongur rættiliga væl at bora og spreingja tá játtan er tøk.

Higartil knappar 700 metrar av teimum 2200 metrunum í alt.

Eisini í inniverandi ári er peningur játtaður til Dalstunnilin, hóast í minna lagi.

Men hóast játtan er tøk, er arbeiðið ikki uppafturtikið eftir jólafrítíðina. Hettar ørkymlar fólk, einahelst Dalbingar, sum sjálvsagt ótolnast nú arbeiðið ikki byrjar aftur sum ætlað.

Tí hesar spurningar til landstýrismannin.
- Nær fer arbeiðið viðvíkjandi Dalstunlinum í gongd aftur?
- Verður arbeiðsplássið avriggað í løtuni?
- Hvør er orsøkin til steðgin í arbeiðinum, hóast tøka játtan?
- Er tað ein polittisk avgerð at steðga arbeiðinum?
- Hvørjar avleiðingar fær steðgurin fyri privatu samstarvsfelagarnar í verkætlanini, tá arbeiðið í Dalstunlinum liggur stilt?

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo