Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Undan jólum skipaði Landsverk fyri kunnandi fundi fyri kommunurnar í Vestmanna og Kvívík, har kunnað varð um gongdina at fyrireika ein komandi Vestmannatunnil.

Arbeiðið byrjaði upprunaliga í 2019, tá ið pengar vóru játtaðir á fíggjarlógini at gera innleiðandi kanningar av at gera tunnil til Vestmanna. Tá teknaði Landsverk eitt uppskot til tunnil, ið varð brúkt sum útgangsstøði til at gera innleiðandi jarðfrøðiligar kanningar. Í 2019 varð tískil gjørd ein innleiðandi jarðfrøðilig rapport av økinum, ið byggir á linjuna frá 2019. 

Tunnilslinjan frá 2019 byrjaði omanfyri Kvívík og kom út niðri á havnalagnum í Vestmanna. Hugskotið við linjuni var tískil, at hon leiddi ferðsluna til ferguleguna í Vestmanna, har tað so var møguligt at leiða ferðsluna runt í Vestmanna og á Válinum.

Í 2022 var aftur játtan til verkætlanina, men tá var eitt ynski at kanna, um til bar at broyta linjuna, so hon í Vestmanna kom út fram við verandi landsvegi. Landsverk hevur tí teknað eitt nýtt uppskot, ið kemur út við verandi landsveg, og hetta uppskot er í 2022 brúkt til at dagføra jarðfrøðiligu kanningarnar. Kanningarnar eru ikki heilt lidnar, tí ætlanin er at gera eina royndarboring aftrat, og hon verður eftir ætlan gjørd fyrst í 2023. Tá ið hon er liðug, er møguligt at gera jarðfrøðiligu rapportina lidna.

Á fundinum við kommunurnar vóru hesar somu tekningar vístar, har kommunurnar eisini fingu møguleika at viðmerkja uppskotini, ið liggja á borðinum til tunnilslinju. Eitt uppskot var t.d. at leggja tunnilsmunnan í Kvívík lægri í lendinum, har mann so eisini arbeiddi við einum møguleika at gera eina nýggja omankoyring til Kvívíkar í staðin fyri verandi í Klivunum, ið ikki er serliga góð. Eitt ynski frá Vestmanna kommunu var eisini, at tunnilin kom út í Leynum, tí vegastrekkið omanfyri Kvívík eisini er ein avbjóðing vetrarhálvuna.

Næsta stig í verkætlanini, um hon verður raðfest politiskt, verður at bjóða hana út til prosjektering. Í løtuni verður mett, at tunlar kosta umleið 110 mió kr fyri hvønn kilometur av tunli. Mett verður tískil, at hendan verkætlan kemur at kosta umleið 500 mió kr, um hon verður raðfest politisk komandi árini.

Til ber at síggja fleiri tekningar um nýggjan tunnil til Vestmannar niðanfyri:

Tekning 1
Tekning 2
Tekning 3
Tekning 4

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo