Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

So verða vit aftur undirdíkt við vitleysum uppáhaldum frá donskum og føroyskum politikarum. Nú hevur danska stjórnin kunngjørt, at Danmark skal í víggj og kríggj úti í heimi at fremja “danske værdier i verden” og berjast fyri “danske interesser” – við bæði handilspolitikki og hermegi .

Og so fáa danskir politikarar – uttan ein kritiskan spurning – fría mikrofon í Kringvarpinum at trútta niður í okkum, at hetta eru eisini áhugamálini hjá Føroyum og tí sonevnda “ríkisfelagsskapinum”. At “vit hava felags uttanríkis- og trygdarpolitikk”. Og teir skulu fegnir senda fleiri vápn í Norðuratlantshav, tí tað er jú “fyri at verja okkum”?

Nei, álvara? Nær hava uttanríkis- og verjupolitisku avgerðir Danmarkar verið ein fyrimunur og ein “felags politikkur” fyri Føroyar?

- Tá ið Danmark uttan at spyrja Føroya fólk, gjørdi okkum til bumbumál undir øllum Kalda Krígnum – og fjaldi fyri føroyingum, at hermenn úr øðrum londum vóru á Sornfelli?

- Tá ið Danmark í meira enn 30 ár noktaði at flyta føroyska fiskimarkið út, tí tey loyvdu bretskum trolarum at tøma grunnarnar í Føroyum afturfyri at danskur landbúnaður slapp at selja flesk og smør tollfrítt til Bretlands?

- Tá ið Danmark fór inn í ES og mundi drigið okkum við (og bert tí vit høvdu eina tjóðskaparrørslu og virknar útróðrar- og fiskimenn, vóru føroyskir politikarar trýstir at broyta meining)?

- Tá ið Danmark sum formansland í ES boykottaði allan føroyskan fiskaútflutning í 2013?

- Tá ið Danmark royndi at trýsta og hótta Føroyar, tí vit fluttu fisk út til Russlands (ja, annars vóru vit farin á heysin sum samfelag)?

- Tá ið Danmark fór í kríggj í Afganistan og í Irak – uttan at spyrja føroyingar?

- Tá ið vit royna at fáa fríhandilsavtalur við Kina, Japan, Suðurkorea, USA og lond í Suðuramerika ?

- Tá ið vit royna at fáa limaskap í Norðurlandaráðnum, Heimshandilsfelagsskapinum WTO, Arktiska Ráðnum, altjóða hvalaveiðifelagsskapinum IWC, fremstu fiskiveiðifelagsskapum sum NEACF og NAFO?

Hví spæla føroyskir politikarar við í sjónleikinum?
Danmark røkir einsæris síni áhugamál, fær stórar fyrimunir og roynir at styrkja sítt vald yvir Føroyum og Grønlandi. Okkara mál og áhugamál á altjóða pallinum verða skúgvað til viks hvørja einastu ferð – vísandi til tann sonevnda “ríkisfelagsskapin” (sum er eitt uppfunnið spunaorð fyri at halda fast um tað danska eindarríkið og valdið í Keypmannahavn).

Tað er onki løgið í, at Danmark fer soleiðis fram. Soleiðis hevur heimurin verið stýrdur av stórvalda-, hjálanda, peninga- og hernaðarligum valdsáhugamálum og av krígsídnaðinum í øldir – tíverri!

Tað einasta løgna í hesum er, at vit standa og hyggja at sum statistar, og at føroyskir politikarar spæla glaðbeintir við í sjónleikinum. Heldur enn at spyrja: Hví?

Høgni Hoydal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo