Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað eru nú fleiri ár síðan, at MEGD ynskti, at eitt talsfólk verður sett at umboða borgarar, ið bera brek. MEGD hevur áhaldandi víst á, at okkum tørvar ein mannarættindastovn í Føroyum, ið kann hava eftirlit við ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek.

Fyrsta stig er at seta eitt talsfólk á brekøkinum.

Vit hava m.a. lógina um almannatrygd og tænastur, ið tekur støði í prinsippunum í breksáttmálanum um sjálvsavgerðarrættin.

Henda lógin er farin at virka, og tí er tað eisini tiltrongt at fáa sett talsfólkið. Talsfólkið kann vísa á manglar og rættindi hjá fólkum, ið bera brek, og harvið gera vart við, hvørjar tænastur mangla. 

Samgonguskjalið hjá hesari samgonguni hevur ásetingar um hetta, men ivi hevur verið um, hvar uppgávan liggur og hjá hvørjum landsstýrisfólki. Í fjør var uppgávan staðsett hjá landsstýrisfólkinum í almannamálum.

Tað hevur stóran týdning, at talsfólkið er óheft av útinnandi myndugleikanum.

Tí havi eg sett fyrispurning til landsstýrismannin, um hann arbeiðir við at seta eitt talsfólk á brekpolitiska økinum.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo