Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, viðvíkjandi nýggjum vaktar og bjargingarskipi fyri Tjaldrið.

Viðmerkingar
Vaktar og bjargingarskipið Tjaldrið er bygt í 1976 í Noregi, og kom til føroya tann 14. Juli í sama ári. Skipið gongur sostatt á 46 ári. Tjaldrið er 44, 5 metur langt, 10 metur breitt, og stingur 3 metrar. Skipið hevur 2400 HK maskinorku.

Skipið var í nógv ár álitið í føroyskum vaktar og bjargingararbeið, og nógvar eru tær manningarnar, sum hava fingið hjálp í tøkum tíma frá Tjaldrinum og tess manning. Serliga væl hevur skipið riggað til sleiping, men eisini leitiarbeiði hevur fylt nógv. Sjálvandi hevur skipið eisini havt týðandi veiðieftirlitsuppgávur, bæði her heima, men eisini í altjóða sjógvi.

Hóast skipið hevur verið væl røkt, og hevur fingið ávísar umvælingar og viðlíkahald, so skerst ikki burtur at aldurin longu er komin fyri eitt skip, ið skal vera álitið, tá tað veruliga stendur á, á havinum.

Tað er almenn vitan at maskinorkan, motorarnir eru teir somu sum vórðu settir í í 1976, ikki er sum hon skal vera og at tógmegin neyvan er meira enn helvt av tí hon eigur at vera. Teringur er í stálinum, og fyri stuttum mátti ein partur av stálinum neyðskiftast, tí lekar settu siglitrygdina í vanda.

Samanumtikið er alt sum talar fyri at skipið eigur at vera skift út, og at nýtt vaktar og bjargingarskip eigur at vera bygt fyri Tjaldrið.

Lítið er at ivast í føroyskar skipasmiðjur eru førar fyri at byggja eitt skip í líknandi stødd sum Tjaldrið, og tí er ynskiligt at ferð verður sett á ætlanina at byggja nýtt Tjaldur til Vaktar og bjargingartænastuna í Føroyum.

Tí hesar spurningar:

1. Er Tjaldrið nóg trygt at brúka sum vaktar og bjargingarskip?

2. Lýkur Tjaldrið nútímans manningarkrøv?

3. Fær Tjaldrið røkt uppgávur sínar, sum sleipari?

4. Er maskinorkan tann hon eigur at vera?

5. Hvussu langt er komið við arbeiðinum at tekna nýtt vaktar og bjargingarskip fyri Tjaldrið?

6. Nær vantast at skipið verður liðugt bygt og sett í sigling?

7. Er ætlanin at byggja skipið í Føroyum?

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo