

Seinasta handilsdagin í vikuni sum fór hvurvu 70 milliardir dollarar, tað er tað sama sum áleið 492 milliardir krónur, av marknaðinum fyri tey sonevndu kryptogjaldoyruni - har Bitcoin helst er tað kendasta.
Sambært CNBC eru tað nógv ymisk ting sum gera, at tað gongst so illa. Ein stór orsøk er, at handilspallurin Silvergate Capital, sum verður brúktur til at handla kryptogjaldoyru, er farin av knóranum. Ein onnur orsøk er, at amerikanski bankin SVB Financial í vikuni noyddist at selja ognir fyri 21 milliardir dollarar fyri at útvega kapital. Tá tað hendi, sást tað aftur í keypsskálunum um allan heim.
Bitcoin og fleiri onnur gjaldoyru eru nógv fallin í virði í seinastuni, og bara fríggjadagin var fallið hjá onkrum teirra upp til 10%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo