Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: – Hetta er millum allar størstu dystir á árinum, og eg gleði meg heilt ótrúliga nógv. Tað verður eisini stuttligt at spæla framman fyri so nógvum áskoðarum, sigur Jóannes Bjartalíð, ið væntandi verður millum teir fyrstu ellivu hjá klaksvíkingum leygarkvøldið.

Eisini landsliðsliðfelagin hjá Jóannesi og stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar er spentur til finaluna.

– Ja, hetta verður heilt sikkurt stuttligt, og vónandi fáa vit ein góðan dyst. Liðið hjá KÍ hevur verið gott í ár, so tað verður trupult. Men við yvir túsund Víkinga-fjepparum kring vøllin kann bera okkum langt, sigur Sølvi Vatnhamar við heimasíðuna hjá FSF.

Og sølan av atgongumerkjum til ársins steypafinalur hevur eisini gingið væl. Seinnapartin fríggjadagin vóru næstan 4.000 atgongumerki seld. Á Tórsvølli er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum. Sølan av atgongumerkjum fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Steypafinalan hjá kvinnum millum KÍ og HB byrjar klokkan 15:00, og klokkan 19:00 verður finalan um Løgmanssteypið bríkslað í gongd.

KUNNING TIL ÁSKOÐARAR

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo