Menn verða forelskaðir ígjøgnum eyguni, kvinnur ígjøgnum oyruni
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Kappingareftirlitið vil við hesum nágreina nakrar misskiljingar, sum hava stungið seg upp, eftir at Kappingareftirlitið almannakunngjørdi hagtøl um føroyska oljumarknaðin.

Kappingareftirlitið staðfestir, at manglandi kapping hevur gjørt, at privati brúkarin rindar ov nógv fyri oljuúrdráttir og rindar meira enn vinnuligir brúkarar. Í okkara grannalondum er vanligt, at oljufeløg bjóða privatum kundum avsláttur, men slíkar almennar avsláttarskipanir finnast ikki í Føroyum. Privati brúkarin, ið sum kunnugt skal rinda kontant, fær lítlan og ongan avsláttur, meðan stórar vinnufyritøkur, sum keypa upp á borg, og har tað tí er ein rakstrarligur váði, fáa serstakan avsláttur frá oljufeløgunum.

Kappingareftirlitið hevur eisini víst á, at tað hevði kunnað gagnað privatu brúkarunum, um fleiri fyritøkur koma inn á smásølumarknaðin, og kappingin harvið varð stimbrað. Til dømis er í okkara grannalondum vanligt við ómannaðum bensinstøðum sum bjóða lægri prísir. Sjónarmiðið hjá Kappingareftirlitinum er, at fyri at hetta kann lata seg gera, er neyðugt, at nýggjar fyritøkur sleppa undan at gera íløgur í goymslur, men fáa veitingar frá verandi heilsøluliði. Hetta er vanligt í okkara grannalondum.

Tí hevur Kappingareftirlitið mælt politiska myndugleikanum til at seta skipan í verk sum tryggjar teimum sum byrja smásølu av oljuúrdráttum møguleika at keypa í heilsølu frá verandi oljufeløgum fyri prísir sum geva fulnað fyri teir kostnaðir sum heilsøluliðið hevur.

Tann 28. oktober 2022 hevur búskaparfrøðingurin, Johnny í Grótinum, grein í Dimmalætting har hann millum annað hevur viðmerkingar til grein á www.kapping.fo tann 6. oktober 2022. Í greinini sigur búskaparfrøðingurin, at Kappingareftirlitið villleiðir.

Búskaparfrøðingurin leggur deildarstjóran í Kappingareftirlitinum undir at gera skeivar niðurstøðu um støðuna á føroyska oljumarknaðinum í 2022. Hetta er ósatt, tí deildarstjórin hevur ikki í sínum samskifti við fjølmiðlar úttalað seg um støðuna í 2022. Deildarstjórin hevur umrøtt gongdina síðani oljukanningina hjá Kappingareftirlitinum, sum var almannakunngjørd í 2016. Ítøkiliga kann vísast á, at í samrøðu við Jón Brian Hvidtfeldt í Kringvarpinum tann 24.august 2022, var deildarstjórin spurdur um gongdina seinnu árini (síðan kanningina í 2016) og ikki um støðuna í 2022.

Búskaparfrøðingurin skrivar, at Kappingareftirlitið hevur lisið sína egnu talvu skeivt. Talvan hann vísir til er endurgivin niðanfyri. Talvan vísir munin millum keypsprís og søluprísin hjá føroysku oljufeløgunum frá 2015 til 2021 og miðalmunin frá 2005 til 2014. Keypsprísurin er uppgjørdur við støði í innflutninginum av oljuúrdráttum fyri einstøku árini.

##med2##

Búskaparfrøðingurin tykist ikki vera greiður yvir, at talgrundarlagið undir oljukanningini, sum varð almannakunngjørd í 2016, ikki er frá 2016, men byggir á tøl fyri tíðarskeiðið 2005 til 2014. Tí ger búskaparfrøðingurin ta villu, at hann samanber árið 2016 beinleiðis við 2021.

Kappingareftirlitið staðfestir: ”Sum tað framgongur av talvuni, er prísmunurin á bensini, diesel, gassolju hægri nú enn tað sum var staðfest í oljukanningini frá 2016.”

Talvan vísir, at miðalmunurin millum keypsprís og søluprís av bensini í tíðarskeiðinum 2015 til 2021 er 2,45 kr., meðan munurin í tíðarskeiðinum 2005 til 2014 var 1,91 kr.

Búskaparfrøðingurin eftirlýsir, at Kappingareftirlitið brúkar tøl frá 2022, men tá almenna orðaskiftið byrjaði vóru sjey mánaðir farnir av árinum og enn eru vit ikki við árslok. Ein almennur myndugleiki noyðist at byggja sínar niðurstøður á fakta, og tað er ein royndur lutur, at nógv fakta er ikki tøkt í inniverandi ári.

Búskaparfrøðingurin førir fram, við støði í eini samanbering av føroyskum og donskum bensinprísum einans, at føroyski bensinprísurin ikki hækkar sum ein rakett og lækkar sum ein fjøður í 2022. Hvørt prísurin hækkar sum ein rakett og lækkar sum ein fjøður kann bert metast úr frá keypsprísum ella onkrum sum kann setast í staðin, t.d. Brent Crude, og ikki søluprísinum í einum øðrum landi. Samanberingar millum lond kunnu brúkast til at staðfesta um ein vøra er vorðin lutfalsliga dýr, sammett við landið sum samanborið verður við.

Á heimasíðuni www.kapping.fo sæst, at munurin millum føroysku søluprísirnar á oljuúrdráttum og prísin á Brent Crude ráolju er øktur í 2022. Tað framgongur eisini av greinini hjá Kappingareftirlitinum tann 6. oktober 2022, at keypsprísurin hjá føroysku oljufeløgunum fylgir prísgongdini á Brent Crude ráolju í 90% av førunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo