Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Olly Óladóttir Poulsen, lærari og cand.dik.da. hevur í serritgerð síni viðgjørt m.a. hesar spurningar:

* Hvørja áskoðan hava næmingar og lærarar í donskum í hádeildini í føroyska fólkaskúlanum til lærugreinina danskt, og hvat halda teir eyðkennir lærugreinina?
* Hvør málnámsfrøði eyðkennir frálæruna í donskum í føroyska fólkaskúlanum?

Eftir at hava gjørt eina umfatandi kvantitativa og kvalitativa kanning, har meira enn 20% av næmingunum í hádeildini tóku lut, gjørdist hon ikki sørt skelkað av úrslitinum. Úrslitið vísti, at bert 16 av 100 næmingum dámar at hava danskt. Næmingarnir eru ikki fegnir um frálæruháttin í donskum. Teir halda, at tað er lítið áhugavert og lítið gevandi at hava danskt.

Orsøkin til, at næmingarnir ikki eru so jaligir viðvíkjandi lærugreinini, er í høvuðsheitum tann, at teir ikki verða hoyrdir. Hóast neiliga hugburðin til lærugreinina, so meta næmingarnir, at tað er av stórum týdningi at læra danskt, bæði tí teir brúka málið nógv í gerandisdegnum, og av teirri orsøk, at teir væntandi fara at lesa hægri lesnað í Danmark.

Hvat er tað so, sum næmingarnir ynskja av frálæruni í donskum? Hvat kunnu vit sum lærarar í donskum gera fyri at nøkta teirra tørv, og soleiðis lyfta áskoðanina hjá næmingunum viðvíkjandi lærugreinini?

Les grein í Skúlablaðnum, sum júst er komið, har Olly Óladóttir Poulsen kemur nærri inn á kanningarúrslitini, og hvat eigur at verða gjørt, soleiðis at gongdin verður vend.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo