Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eitt ótal av positivum og hugkveikjandi søgum kunnu hvønn einasta dag sigast um  námsfrøðiligt arbeiði, sum óførir námsfrøðingar gera við at menna og menta einstaka menniskjað. Men hesar ríku søgur sleppa ikki ordiliga framat, og eg haldi, at ein ávísur vandi er í tí.

Onkuntíð kunnu vit av óvart koma til at oyðileggja okkurt virðismikið í royndunum at bøta um okkurt annað, sum krevur ábót. Danskarar hava orðatakið ”kaste barnet ud med badevandet” um hetta fyribrigdið, og á føroyskum kunnu vit kanska siga, at ”tað er ov seint at leggja lok á brunnin, tá ið barnið er druknað”.

Hetta havi eg hugsað nakrar ferðir í seinastuni, nú so mangar kritiskar søgur eru í miðlunum um námsfrøðiliga økið, sum er darvað av troti á námsfrøðingum og harvið trýsti á fakliga og námsfrøðiliga støðið á dagstovnunum. Eisini verður víst á, at lønin er ov lág og arbeiðsumstøðurnar kunnu vera avbjóðandi, og hóast hetta eru trupulleikar, sum vit mugu viðgera og fyrihalda okkum til, so pínir tað meg at síggja eina so einvegis negativa mynd av námsfrøðiliga økinum sum heild.

Vit mugu eisini tala námsfrøðina upp
Ein norðurlendsk granskingarverkætlan, sum Námsvísindadeildin á Setrinum er ein partur av, kannar, hvørja ávirkan tíðindi um dagstovnaøkið hava á námsfrøðingalesandi. Úrslitini geva ábendingar um, at tey lesandi leggja betur merki til tey negativu tíðindini, har 70 prosent minnast onkur serliga negativ tíðindi og bara 30 prosent minnast onkra positiva miðlasøgu. Hetta vísir helst eisini, at miðlarnir hava lyndi til at halda, at størri tíðindavirði er í negativu søgunum, og at dekningurin avspeglar hetta redaktionella valið.

Hesa slagsíðuna eiga vit, sum varða av námsfrøðiliga økinum, at vera tilvitað um, tá trupulleikar stinga seg upp, sum krevja okkara meining og svar. Tí annars er vandi fyri, at vit tala námsfrøðina so nógv niður, at vit beina fyri gongdum leiðum burtur úr somu trupulleikum, so sum at útvega nógv fleiri lesandi til námsfrøðingaútbúgvingina.

Eitt fantastiskt arbeiði
Hvønn einasta dag gera landsins námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar og hjálparfólk eitt virðismikið arbeiði, sum ikki bara hevur ómetaligan týdning fyri einstaka barnið og vaksna menniskjað, sum tey arbeiða við, men sum eisini er avgerandi fyri, at øll vit onnur kunnu virka og trívast í okkara samfelag. Tá so trupulleikar stinga seg upp, so mugu teir handfarast konstruktivt og eisini við hesi stóru myndini fyri eyga. Hugsa vit okkum um, so kundu vit kring allan sólarringin sagt góðar søgur um, hvussu okkara røsku námfrøðingarnir kveikja tað allarbesta og menna einstaklingin, og sagt eins nógvar søgur um, hvussu nøktandi tað er at arbeiða sum námsfrøðingur, tá tað gongst eftir vild.

Ein positiv søga er eisini, at vit á Setrinum í summar tvífalda lestrarplássini á námsfrøðingaútbúgvingini. Summi hava í almenna orðaskiftinum borið fram, at hetta talið eigur at vaksa meira enn tað. Eg, sum eri útbúgvingarleiðari fyri útbúgvingini, vil varliga minna á, at eitt so einvegis negativt fokus á námsfrøðingaøkið, sum valdar nú, ikki er besta útgangsstøðið fyri øktari rekruttering.

Tað er eisini positivt og gleðiligt at hoyra, at trupulleikarnir verða tiknir í álvara, og at sjálvt løgmaður saman við landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum herfyri tóku málið upp saman við borgarstjóranum í Havn, har trotið á starvsfólkum er so stórt. Somuleiðis er tað positivt, at ábøtur verða gjørdar á fysisku karmarnar á dagstovnaøkinum, at nýggir stovnar verða bygdir, og at vit eisini hoyra góðar søgur um námsfrøðinga arbeiðið á sosialu miðlunum.

Dygdargóð útbúgving við góðskutrygd
Námsfrøðingar frá Námsvísindadeildini á Setrinum hava ein sterkan fakligan profil, og tá tey koma út á arbeiðsmarknaðin, eru tey partur av loysnini, sum skal til fyri at lyfta avbjóðingarnar, sum námsfrøðiliga økið hevur. Útbúgvingin er dygdargóð og raðfestir námsfrøðina, og hon hevur eisini gott fakligt grundfesti við einum verkligum parti. Dentur verður lagdur á, at námsfrøðin er grundleggjandi og seyrar inn í alt námsfrøðiligt arbeiði, sum verður stuðlað av ymiskum øðrum fakøkjum, so sum sálarfrøði, didaktikki, sosiologi, kreativiteti o.a.

Sum útbúgvingarleiðari er tað mín ábyrgd at tryggja dygdargóða útbúgving til teirra, sum vilja verða námsfrøðingar og geva sítt íkast á hesum so týdningarmikla økinum. Og okkara ambitión er, at lesandi hjá okkum fáa høvi til at gerast bestu námsfrøðingar yvirhøvur. Í hesum sambandi gleðast vit um, at uttanhýsis serfrøðingabólkurin, sum júst hevur eftirmett námsfrøðingaútbúgvingina, er komin til, at útbúgvingin er góð, og at verkligi parturin samsvarar við tilsvarandi útbúgvingar í Norðurlondum og aðrastani við.

Framhaldandi góðskutrygging og menning av útbúgvingini tryggja vit við regluligum eftirmetingum, eisini í samstarvi við geiran á arbeiðsmarknaðinum, sum setir okkara útbúnu í starv. Hetta er eisini ein av mongu positivu søgunum, sum eru, men sum ikki hoyrast.

Loysnirnar eru fleirtættaðar
At vaksa um talið á námsfrøðingalesandi snýr seg tó eisini um at virka fyri, at lestrarleiðirnar hjá lesandi sum heild gerast so smidligar og opnar fyri framhaldandi lestri sum gjørligt. Landsstýrismaðurin hevur í svari upp á fyrispurning í løgtinginum sagt, at ætlanin er at gera tað lættari hjá hjálparfólkum at nema sær námsfrøðingaútbúgving, og vit á Setrinum vilja  gleðiliga samstarva um at finna góðar loysnir tí viðvíkjandi.

Men avbjóðingarnar á námsfrøðiliga økinum kunnu ikki loysast við bara at útbúgva fleiri námsfrøðingar. Neyðugt er, at allir partar á námsfrøðiliga økinum í felag arbeiða tættari saman fyri at finna loysnir, og Dagstovnaráðið, sum eg sjálv eri partur av, hevur eisini eitt boð uppá, hvussu tað kann gerast.

Dagstovnaráðið handaði herfyri Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, eitt álit við tilmælum um, hvussu dagstovnar kunnu styrkjast. Vit góvu álitinum heitið, ”Fyri barnsins besta”, tí tað er jú kjarnin í øllum.

Tilmælini, sum kunnu lesast her á heimasíðuni hjá aðalráðnum, eru í fýra bólkum: Rætturin hjá børnunum, Utbúgving, Arbeiðsumstøðurnar og Menning av dagstovnunum. Talan er um eitt arbeiðsskjal, sum vit í felag og framhaldandi eiga at arbeiða við fyri at lyfta støðið á dagstovnunum og menna økið.

Fyri barnsins besta og samfelagsins besta eiga vit øll í konstruktivum anda at taka tøk saman.  

Annika Antoniussen,
varadekanur og útbúgvingarleiðari fyri námsfrøðiútbúgvingina á Fróðskaparsetrinum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo