Bíbilskt trongskygni uttan tolsemi og kærleika tænir ikki Guds ætlan við okkum menniskjum
- Francis Sheaeffer

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

1 fast starv sum námsfrøðiligur stuðul í Sørvágs skúla er leyst at seta frá 1. august 2023.

Stuðulin verða knýttir at næmingi við serligum tørvi - lønarbrot 0,7

Tann, ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving.

Um eingin námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum tíðaravmarkað hjálparfólkastarv skúlaárið 2023/24.

Lønar - og setanartreytir: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Barnaváttan krevst við setanina.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233221

Umsókn við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum ella starvsváttanum, skal stílast til dania.niclasen@skulin.fo í seinasta lagi mánadagin 5. juni kl.00.00.

Sí heimasíðu skúlans sorvagsskuli.fo

Virðisgrundarlag skúlans:
Eg vil - Eg dugi - Eg kann
Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni.
Áhugi elvir til læring.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo