Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Andrew J, Feustel á einari av sínum níggju rúmdargongum – her uttan fyri altjóða rúmdarstøðina, ISS – Mynd: Nasa.gov

Andrew J, Feustel á einari av sínum níggju rúmdargongum – her uttan fyri altjóða rúmdarstøðina, ISS – Mynd: Nasa.gov

Andrew J, Feustel á einari av sínum níggju rúmdargongum – her uttan fyri altjóða rúmdarstøðina, ISS – Mynd: Nasa.gov

Fróðskaparsetrið: Hósdagin 11. mai er Setrið vertur fyri forkunnugum almennum tiltaki um rúmdargransking og tøkni í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn undir heitinum, Sikta eftir stjørnunum. Andrew J. Feustel, sum er royndur NASA-astronautur, David Arge Klevang Pedersen frá DTU Space og Uni Árting frá Jarðfeingi fara at hava framløgur

Undir heitinum, Sikta eftir stjørnunum, letur Fróðskaparsetur Føroya hósdagin 11. mai klokkan 15:00 dyrnar upp í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn fyri trimum serstakliga spennandi granskarum.

Náttúruvísindadeildin á Setrinum fær nevniliga vitjan av roynda NASA-astronautinum, Andrew J. Feustel, Davidi Arge Klevang Pedersen frá DTU Space og Una Árting frá Jarðfeingi, sum eisini undirvísir á Nátturuvísindadeildini. Allir arbeiða teir við rúmdargransking hvør á sín hátt, og hendan dagin seta vit rúmdarvísindi á skránna.

Andrew J. Feustel er NASA-astronautur, geo-fysikari og serfrøðingur í seismologiskum viðurskiftum. Í tilsamans 226 samdøgur hevur hann verið í rúmdini á trimum rúmdarferðum. Eisini hevur Andrew sjálvur verið á níggju sonevndum rúmdargongum. Á fyrstu ferð síni, sum var í 2009 við Atlantis, har manningin umvældi og dagførdi Hubble-teleskopið, arbeiddi Andrew í tilsamans 20 tímar og 58 minuttir uttan fyri rúmdarfarið í trimum umførum. Í 2011 var hann við á seinastu ferðini hjá Endavour, har hansara leiklutur var at standa á odda fyri rúmdargongunum. Tá arbeiddi hann í 21 tímar og 20 minuttir uttanfyri. Í 2018 var Andrew kommandørur á altjóða rúmdarstøðini, ISS, har hann somuleiðis var á trimum rúmdargongum, so hann hevur tilsamans arbeitt í 61 tímar og 48 minuttir í opnari rúmd.

Í 2000 útvaldi NASA Andrew J. Feustel sum astronaut, og hann var virkandi leiðari hjá astronauta-liðinum hjá NASA til februar í ár. Í frítíðini spælir hann gittar, stendur á skíð og hevur stóran alsk til ellisakfør og rasarakoyring. Kona hansara, Indira Feustel, verður við honum á ferðini til Føroya.

David Arge Klevang Pedersen er føroyski serfrøðingurin í rúmdartøkni á DTU Space. Hann kom av álvara fram í altjóða ljós, tá NASA setti Perserverance Rover á Mars, tí hann var við til at menna myndatólið, sum filmar á Mars, og sum hann síðani hevur verið við til at stýra av jørðini. David tók ph.d.-prógv í 2016 við ritgerð síni, “High Accuracy Tracking of Space Borne Non-Cooperative Targets” og arbeiddi eisini saman við NASA í sambandi við rúmdarfarið, Juno, sum varð sent til Jupiter.

Uni Árting er Cand.Scient og arbeiðir hjá Jarðfeingi, umframt at undirvísa á Náttúruvísindadeildini á Setrinum. Hann er limur í Mars 2020 Science Team (Perserverance) hjá NASA og partur av RIMFAX-toyminum, sum arbeiðir við geo-radartólinum á Perserverance. Eisini er Uni partur av AMASE-toyminum (Arctic Mars Analog Svalbard Expeditions), sum hevur arbeitt við Mars-analogari gransking í sambandi við fleiri missiónir hjá bæði amerikanska rúndarstovninum, NASA, og tí europeiska, ESA.

Á almenna tiltakinum í Kongshøll fara teir tríggir at greiða frá um rúmdargranskingina og -tøknina, og fólk fáa eisini høvi til at seta spurningar. Tiltakið verður lutvíst á enskum máli og føroyskum.

SKRÁ – SIKTA EFTIR STJØRNUNUM

Kl 15:00: Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini, biður vælkomin.

Kl 15:10: Uni Árting, cand.scient, Jarðfeingi: 

BASALTIÐ Í FØROYUM LOYSIR GÁTUR Á MARS
Reyða gongustjørnan, Mars, hevur í fleiri ár verið pallur fyri framkomna tøkniliga menning, men sanniliga eisini fyri jarðfrøðiliga gransking.

Føroyar hava seinastu árini verið partur av menningararbeiðinum við at skilja jarðfrøðina á Mars. Síðani 2014 hava granskarar arbeitt við at kalibrera tól fyri betra um dátugóðsku og annað í sambandi við hetta arbeiði, og Jarðfeingi hevur verið partur av hesum.

Men hvat er tað, ið ger, at Føroyar verða nýttar í arbeiðinum at granska Mars? Hvat er tað, sum er eins við jarðfrøðini á Mars og í Føroyum? Hvussu byrjaði hetta arbeiðið, og hvussu gera vit í dag í framtíðini?

Kl: 15:40: David Arge Klevang Pedersen, ph.d., DTU Space:

RÚMDARRANNSÓKNIR VIÐ ROBOTTUM Á MARS
Í næstan 60 ár hevur grannaplanet okkara, Mars, verið undir rannsóknarluppi. Eirindaleysa umhvørvið í rúmdini og tær sera krevjandi umstøðurnar hava havt við sær, at bara umleið helvtin av Mars-missiónunum hava rokkið sínum endamáli.

Hvat er tað, sum dregur okkum til at rannsaka Mars, og hvørjar vísindaligar spurningar vilja vit hava svaraðar? Hvussu megna vit at loysa og lyfta tøkniligu avbjóðingarnar, og hvat liggur fyri framman, tá tað ræður um Mars-rannsóknir?

Klokkan 16:10: Andrew J. Feustel, ph.d., NASA-astronautur

TIL MÁNAN, MARS OG VÍÐARI: NÆSTU FETINI Í RÚMDARRANNSÓKNUM
Nasa-astronauturin, Andrew "Drew" Feustel, sum hevur verið á trimum rúmdarferðum og níggju rúmdargongum, gevur okkum einastandandi innlit í fortíð, nútíð og framtið, tá tað ræður um mannaðar rúmdarferðir.

Klokkan 16:50: Spurningar úr salinum.

Klokkan 17:00: Endi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo