Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nato aðalskrivarin Jens Stoltenberg stúrir fyri at kríggið í Ukraina endar sum eitt stórkríggj ímillum Nato og Russland. Tað sigur hann í norsku sjónvarpssendingini Lindmo, sum verður víst í kvøld.

- Hetta er ein lagnutíð fyri Europa. Gongur tað galið, kann tað ganga heilt galið, sigur Jens Stoltenberg millum annað, tá hann var spurdur, hvat hann stúrir mest fyri.

Russland vildi hava Nato at geva lyfti um, at Ukraina ongantíð bleiv limur í Nato. Tað vildi Nato ikki lova. Stutt áðrenn Russland leyp á Ukraina 24. februar hitti Jens Stoltenberg russiska forsetan Vladimir Putin. Stoltenberg hevði uppskot við sær um, hvussu sleppast kundi undan kríggi, men tá hevði russiski forsetin longu tikið avgerð um at leypa á.

Jens Stoltenberg, sum var norskur forsætisráðharri í Noregi frá 2000 til 2001 og aftur frá 2005 til 2013. Vladmir Putin var nývaldur forseti í 2000, og hesi árini høvdu teir báðir javnan samskifti.

- Vladimir Putin hevur broytt seg frá at vera semjusøkjandi og vilja samstarv við vesturheimin til at vera ein sum er harðligur og lýgur, sigur Jens Stoltenberg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo