

Nato fer í dag undir nýggjar hernaðarvenjingar í Europa. Venjingarnar eru samstundis sum Russland hevur líkandi venjingar, og hóast talan er um venjingar, sum leingi hava verið ætlaðar, so fær tað eygleiðarar og serfrøðingar til at vísa á, at støðan er hættisligari nú enn hon leingi hevur verið.
Talan er um venjingar við kjarnorkuvápnum hjá báðum pørtum. USA hevur sent fleiri B52 bumbuflogfør, sum skulu vera við í venjingunum.
Venjingarnar fara at vara fram til endan á hesum mánaðinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo