

Umhvørvisstovan: Vit brúka alsamt fleiri náttúruloysnir í Norðurlondum, men menningarmøguleikarnir eru framvegis stórir og snúgva seg ikki bara um veðurlag ella fjølbroytni í náttúruni. Eisini búskapur, heilsa og sálarligur trivnaður spælir inn, tá samlaða nyttuvirðið av eini náttúruloysn skal gerast upp. Soleiðis ljóðar ein av niðurstøðunum í frágreiðingini ”Working with Nature-based Solutions”, sum Norðurlendska ráðharraráðið gav út herfyri. Frágreiðingin ger upp, í hvussu stóran mun vit brúka náttúruloysnir í Norðurlondum, og hóast talið er vaksandi, so kunnu vit staðfesta, at vit eru afturúrsigld í mun til aðrar partar av heiminum.
Ein av niðurstøðunum í frágreiðingini er tí eisini, at tørvur er á at fylgja við arbeiðinum við náttúruloysnum yvir longri tíðarskeið, og at gera meira umfatandi cost-benefit greiningar, so tað er greiðari, hvussu væl tað loysir seg at velja hetta slagi av loysnum framum sonevndar gráar, tekniskar loysnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo