Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Smápartafelagið Navigare Shipping í Søldarfirði hevði enn eitt gott ár í fjør. Tá av tornaði lógu 29 mió kr eftir á botnlinjuni, sum tangerar besta úrslit nakrantíð, sum var árið frammanundan tá úrslitið eftir skatt var 31 mió kr.

Navigare Shipping er við í samtaksroknskapinum fyri móðirfelagið, smápartafelagið Navigare. Felagið rekur flutningsskip og sandsølu.

Sølan var smáar 334 mió kr, sum er áleið 27 mió kr meira enn árið fyri, men av tí at framleiðslukostnaður, starvsfólkakostnaður og fíggjarligar útreiðslur fóru sama veg, eins og avskrivingarnar eisini vuksu, so rakk vøksturin ikki niður á botnlinjuna. Leiðslan sigur tó í frágreiðingini, at hon er nøgd við úrslitið ið er sum væntað.

Fíggjarstøðan javnvigaði við 313 mió kr og eginognin var nærum 92 mió kr.

Álvur Højgaard er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo