Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroya Arena: Føroya Arena, tann stóra verkætlanin, sum er í gerð í Hoyvíkshaganum, leitar eftir hóskandi navni.

Arenain, ið fyribils hevur arbeiðsnavnið Føroya Arena, letur upp í januar 2025, og innan ta tíð vilja fyrireikararnir hava eitt varandi og minnisvert navn til hesa stórætlan.

Fyri at fáa fólk við til at finna tað best hóskandi navnið til nýggju arenaina, hava fyrireikarnarnir avrátt at skipa fyri navnakapping, har ið øll áhugað kunnu senda sítt kreativa uppskot inn. Tað er umráðandi hjá fyrireikarunum, at navnið endurspeglar føroyska mentan og samleika og samstundis skapar eina kenslu av felagsskapi og stoltleika millum borgararnar.

Kappingin er opin fyri øll, og einki mark er fyri, hvussu nógv uppskot ein kann senda inn. Fyri at tryggja, at tað verður valt rættvíst og hóskiligt, fer eitt lið av umboðum fyri ymsar bólkar, yrkisøki og ábyrgdarar at velja tað endaliga navni.

Nýggja arenain verður eitt týdningarmikið savningarstað fyri tiltøk heima og í altjóða høpi við ítrótti, mentan og undirhaldi. Tað er sera umráðandi, at navnið eisini festir seg hjá øllum her heima og úti.

So, um tú hevur eitt uppskot um, hvussu Føroya Arena skal eita, er tað nú, at tú skalt troyta møguleikan og vera við í kappingini.

Kanska verður títt uppskot tað, ið verður endaliga navnið á føroysku stórhøllini og savningarstað hjá komandi ættarliðum.

Samsýningin fyri vinnarauppskotið er 5.000 krónur.

Uppskot skulu sendast til info@arena.fo

Seinasta freist at lata uppskot inn er 1. juli 2023. Vinnarin verður kunngjørdur í septembur 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo