

Myndugleikarnir í USA hava skrásett eina ballón, sum sveimar í lofthválvinum, og sum illgruni er um at kinesisk fregnartænasta hevur sent upp.
- Vit hava funnið og sporað eina stóra ballón høgt uppi, og er hon nú yvir USA, sigur talspersónur fyri Pentagon, Pat Ryder, við NBC News.
Samtíðis sum myndugleikarnir vátta tíðindini um ballónina, segði CIA-ovastin William Burns á tíðindafundi í gjárkvøldið, at Kina nú er størsta geopolitiska avbjóðingin hjá USA, skrivar norska Dagbladet.
Pentagon officials say they are monitoring a suspected Chinese spy balloon that's been flying at high altitudes over the U.S. It comes just as Secretary Blinken is set to meet with Chinese President Xi Jinping next week. pic.twitter.com/jwuNnVuLBm
— CBS Evening News (@CBSEveningNews) February 2, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo