Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. SS-009/2021 frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsmanni, um negativu rentuna hjá bankunum, settur Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógva inntøku hava føroysku bankarnir, hvør sær, havt av negativu rentuni higartil?
2. Hvussu stórar eru inntøkurnar hjá bankunum av avgreiðslugjøldum í sama tíðarskeiði?
3. Hvussu er útlánslutfallið hjá bankunum millum sethúsalán og vinnulán?
4. Hvussu er lutfallið millum úrslitið hjá bankunum og samlaðu inntøkuna hjá bankunum av negativum rentum, hjá hvørjum banka sær?
5. Er bankunum loyvt at krevja gjald fyri lønarkontur, og um so er, ætlar landsstýrismaðurin at broyta hesi viðurskifti?
6. Leggur støðan sum SIFI-banki aðrar skyldur á bankan, enn vinnuligur, og um so er hvørjar?
Svar
Til 1: Upplýsingar um hvussu nógva inntøku føroysku peningastovnarnir hava havt av negativu rentuni eru almennir og síggjast í roknskapunum hjá peningastovnunum. Í talvuni niðanfyri sæst hendan inntøkan árini 2018-2021.
##med2##
Tá einans Bank Nordik hevur almannakunngjørt ársroknskapin fyri 2021, eru metingar gjørdar fyri hinar bankarnar. Hetta er gjørt við at tvífalda inntøkuna fyri 1. hálvár 2021 og seta úrslitið av hesum sum úrslitið fyri alt árið 2021.
Til 2: Í talvuni niðanfyri síggjast kostnaðir og provisiónsinntøkur hjá føroysku peningastovnunum árini 2018-2021.Tá einans Bank Nordik hevur almannakunngjørt ársroknskapin fyri 2021, eru metingar gjørdar fyri hinar bankarnar. Hetta er gjørt við at tvífalda inntøkuna fyri 1. hálvár 2021 og síðani seta úrslitið av hesum sum úrslitið fyri alt árið 2021.
##med3##
Tað er umráðandi at hava fyri eygað, at hendan inntøkan umfatar eina røð av inntøkum, t.d. inntøkur í samband við virðisbrævahandil, gjøld fyri peningaflytingar og garantiprovisiónir í samband við realkreditlán. Harumframt koma ómaksgjøld og avgreiðslugjøld, sum eisini eru partur av tølunum.
Til 3: Í talvuni niðanfyri sæst lutfallið millum vinnulán og privatlán
##med4##
Talan er í hesum føri um vanlig bankalán. Realkreditlánini, sum nógv húsarhald nýta til keyp av fastogn, eru veitt av donskum realkreditfeløgum, tó við føroysku peningastovnunum sum millumliði. Sethúsalán í talvuni eru sostatt vanlig bankalán.
Til 4: Her síggjast úrslitini hjá føroysku peningastovnunum árini 2018-2021.
##med5##
Tá tað kemur til lutfallið millum úrslitið hjá bankunum og samlaðu inntøkuna hjá bankunum av negativum rentum, siga tølini ikki so nógv um hvussu stóran part hesar inntøkur eru av samlaðu inntøkum bankans. Her eru tølini tó fyri 2020.
##med6##
Til 5: Tað er av stórum týdningi, at allir føroyingar kunnu hava eina kontu í einum av føroysku peningastovnunum, uttan at órímilig gjøld verða áløgd í hesum sambandi. Í lóggávuni verður heitið “Basal indlånskonto” ella “almindelig indlånskonto” nýtt um tað, vit vanliga nevna vanligar lønarkontur. Sambært § 43 í lóg um fíggjarligt virksemi, er tað danski vinnumálaráðharrin, ið ásetir nærri reglur um møgulig gjøld á slíkar kontur. Hetta verður gjørt í kunngerðini um góðan skikk fyri fíggjarfyritøkur (Bekendtgørelse nr. 1239 af 5. november 2015 for Færøerne om god skik for finansielle virksomheder).
Í galdandi føroysku útgávuni, sum er frá 2015, eru ikki ásetingar, ið seta hámark fyri gjøld á slíkar kontur. Men í donsku kunngerðini, sum er frá 2016, er ásett, at hægst loyvda gjald á slíkar kontur er 180 kr. árliga. Hetta gjaldið verður tó árliga prístalsviðgjørt.
Ætlanin er at dagføra kunngerðina fyri Føroyar, soleiðis at hámarkið eisini verður galdandi fyri føroysku peningastovnarnar.
Tað gleðiliga er tó, at eingin av føroysku peningastovnum tekur gjøld fyri at hava eina vanliga innlánskonto. Onkur av peningastovnunum tekur tó eitt minni gjald, um ein kundi hevur fleiri slíkar kontur, og onkur peningastovnur tekur eisini eitt minni gjald, um kundin ikki er fevndur av fyrimunarskipan bankans.
Til 6: Tað er munur á SIFI-peningastovnum og vanligum peningastovnum, bæði tá tað kemur til kapitalkrøv og onnur krøv. SIFI-peningastovnar hava, umframt øll tey vanligu kapitalkrøvini, eitt SIFI-kapitalkrav uppá 2%. Harumframt eru tey sokallaðu NEP-krøvini til SIFI-peningastovnar munandi hægri enn til vanligar peningastovnar. Meðan NEP-krøvini til vanligar peningastovnar liggja millum 4% og 6%, liggja NEP-krøvini til SIFI-peningastovnar milum 14% og 17%.
Í 2020 gjørdi Danska váðaráðið (Det Systemiske Risikoråd) í samstarv við Føroya váðaráð eina greining av kapitalkrøvunum til føroysku peningastovnarnar. Greining kallast “Krav til de færøske banker” og liggur hon alment frammi á heimasíðu Landsbankans. Høvuðsniðurstøðan í greiningini er, kapitalkrøvini til føroysku peningastovnarnar eru hóskandi.
SIFI-peningastovnar eru undir herdum eftirlitið av Fíggjareftirlitinum. Hetta merkir, at títtari samband er millum Fíggjareftirltið og SIFI-peningastovnarnar. Eisini mugu SIFIpeningastovnarnir framleiða munandi meira tilfar til Fíggjaretirlitð, har teir greiða frá viðurskiftunum, ið Fíggjareftirlitið ynskir at vita meira um. Hetta arbeiði er kostnaðarmikið, og áleggur SIFI-peningastovnum eyka kostnaðir í mun til vanligar peningastovnar.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 8. mars 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo