Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Pedagogfelagið: Yvirskriftin í KVF í morgun, 23. mars 2023 gevur eina mynd av, at starvsfólk á dagstovnaøkinum hava fyrireikingartíð, og tískil er alt í fínasta lagið.

Hetta er grov manipulatión av einari kanning, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag hava fingið uttanveltað fólk at gjørt.

Kanningin vísir, at 46% av námsfrøðingunum og 67% av hjálparfólkunum ikki hava fasta fyrireikingartíð.

Og av teimum, sum hava fasta fyrireikingartíð, er talan um 1 tíma til námsfrøðingar og 0,4 tímar til hjálparfólk. Alt annað verður fyrireika so hvørt – tað vil siga meðan børnini eru til staðar ella uttan at tíð og umstøður veruliga eru til at fyrireika.

Av teimum, sum hava svarað vísa tey so eisini á, at ein stórur partur av fyrireikingini gongur fyri seg heima við hús, uttan løn.

At KAF nú staðfestir, at starvsfólkini hava stundir at fyrireika seg er ein støða, sum okkara limir ikki kenna seg aftur í.

Kanningin staðfestir eisini, at starvsfólk sjáldan hava stundir at røkja kjarnu uppgávuna at vera saman við børnunum. Bert 33% av arbeiðstíðini hjá starvsfólkunum er saman við børnunum, uttan at aðrar uppgávur órógva. Í tilsvarandi danskari kanning, frá 2007 var talið 51%.

Talvan við spurninginum “Hvussu nógvar tímar í miðal um vikuna eru settir fast av til, at tú fyrireikar námsfrøðiliga arbeiðið?”, vísir akkurát tað, sum vit hava víst á í fleiri ár.

Størsti parturin av starvsfólkunum hava onga fyrireikingartíð fastlagda, meðan fyrra talvan vísir, at fyrireikingin sum oftast er undir óhóskandi umstøðum.

Tað undrar okkum, at KAF ikki leggur størri áherðslu á, at her eru fleiri átøk, ið kunnu loysa upp fyri, at starvsfólkini fáa tíð og umstøður at fyrireika og eftirmeta sítt arbeiði.

Kanningin gevur ábendingar um, at um arbeiðsumstøðurnar vóru skipaðar øðrvísi, um eitt nú húsavarðar, vaskifólk og køkshjálp fingu hægri raðfesting og betri karmar, vóru stundir hjá starvsfólkunum at røkja sína kjarnuuppgávu. Sum dømi vísur kanningin, at starvsfólk brúka upp í 6 tímar og 20 minuttir um vikuna til matgerð, og bert 10% siga, at børnini tá eru við. Umleið helvtin av starvsfólkunum brúka 1-4 tímar um vikuna til reingerð. Næstan helvtin av starvfólkunum gera umvælingararbeiði/húsavarðarbeiði á arbeiðsplássinum.

Vit skilja væl, at KAF framhaldandi ikki ynskir at sáttmálabinda seg til, at starvsfólk fáa neyðugu tíðina til at fyrireika og eftirmeta arbeiðið. Vit halda hinvegin, at kanningin staðfestur, at skipanin sum hon er sett saman í dag als ikki virkar, og er við at leggja óneyðugt trýst á og alir strongd starvsfólk.

Hetta eiga vit at kunna gera betur. Hesum eiga vit at kunna finna haldgóðar loysnir fyri.

Men, um ein framvegis ynskir at stinga høvdið í sandin, verður torført at loysa henda trupulleikan.

Tilmælini og framløgan hjá kanningarbólkinum sæst á heimasíðu felagsins. www.pedagogfelag.fo

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo