Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Leitar tú eftir Javnaðarflokkinum á Facebook, so finnur tú knappliga nógvar politiskar útsagnir hjá Fólkaflokkinum. 

Serliga Christian Andreasen, floksformaður, hevur øgiliga stóran áhuga fyri Javnaðarflokkinum. 

Áhugin er so stórur, at nú skrivar hann ikki bara um føroyska Javnaðarflokkin, men danska Javnaðarflokkin. 

Tað næsta verður kanska norski Javnaðarflokkin ella svenski Javnaðarflokkurin, men eitt er vist: 

Hann skrivar ikki um, hvat føroyski Fólkaflokkurin ætlar at gera við politiska valdið, veljarin hevur givið honum til láns tey seinastu trý árini. 

Tað er í fínasta lagi. Vit svara fegin upp á spurningar frá Fólkaflokkinum um føroyska samfelagið. 

Í morgun spyr Christian Andreasen, hvat Javnaðarflokkurin sigur til, at donsku sosialdemokratarnir hava boðað frá, at aldursmarkið fyri sonevnt løgfrøðiligt kynsskifti verður strikað. 

Hetta er eitt danskt mál, og tað skulu danskir politikarar taka støðu til.

Føroyski Javnaðarflokkurin hevur ongar ætlanir um at leggja uppskot fram um, at smábørn skulu kunna fáa eitt løgfrøðiligt kynsskifti.

Aksel V. Johannesen, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo