Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Peningastovnarnir: Tíðliga í komandi ári fáa viðskiftafólk hjá føroysku peningastovnunum nýggjan Netbanka. Í tí sambandi verður innritanin til Netbankan broytt. Í dag rita viðskiftafólk inn við NemID, men tá ið nýggi Netbankin verður tikin í nýtslu, skulu tey í staðin brúka Samleikan.

Heita á øll um at fáa sær Samleikan
Føroysku peningastovnarnir heita nú á tey viðskiftafólk, sum ikki longu hava Samleikan, um at skráseta seg á www.samleikin.fo, so tey hava amboðið til at rita inn í nýggja Netbankan.

Ein fyrimunur at skráseta seg í góðari tíð
Tá ið ein brúkari hevur bílagt Samleikan, verður umsóknin viðgjørd av Talgildu Føroyum, og viðkomandi fær beinleiðis boð, tá ið Samleikin er klárur at brúka. Um fleiri fáa sær Samleikan í góðari tíð, slepst undan óneyðugari bíðitíð, tá ið nýggi Netbankin kemur, og øll skulu brúka Samleikan til innritan.

Í Danmark verður NemID avloyst av MitID. Tilgongdin er byrjað, men hetta fer ikki at ávirka viðskiftafólk í føroyskum peningastovnum, sum bara skulu brúka Samleikan til innritan. Tey, sum av øðrum orsøkum hava NemID, eiga at fylgja kunningini frá donskum myndugleikum um, hvussu MitID verður útvegað á mitid.dk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo