Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum á Havstovuni er at greina aldursbýtið í fiskastovnum. Hetta verður gjørt við at kanna nytrur av veiddum fiski, tí nytrur hava, eins og trø, árringar, sum verða brúktir til at áseta hvussu gamal fiskurin er.

Tað eru tó avbjóðingar í hesum arbeiði. Serliga tá fiskar eru gamlir, og teir uttastu ringarnir eru tættir, kann vera torført at meta um aldurin á fiskinum.

Fyri at tryggja at nytrulesarar í ymsum londum lesa nytrur á sama hátt, verða nytrulesiverkstovur hildnar av og á.

Eftir ætlan skuldi Havstovan í hesum døgum verið vertur fyri eini altjóða nytrulesiverkstovu um svartkjaft, men vegna koronu varð verkstovan flutt út á alnótina.

Tí hava nytrulesararnir á Havstovuni síðstu vikuna sitið við telduskíggjan, har teir hava givið og fingið vitan um hvussu svartkjaftanytrur best vera lisnar.

Á verkstovuni luttóku 23 lesarar úr 10 londum (Portugal, Niðurlondum, Írlandi, Týsklandi, Frankaríki, Íslandi, Danmark, Noregi, Spania og Føroyum) og verður frágreiðing, við nýggjastu tilmælunum innan svartkjaftanytrulesing, liðug í næstum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo