Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frá vinstru á myndini: Laila Rólantsson, Claus Højgaard, Sámal Hansen, Eystan Elisson og Linda Højgaard

Frá vinstru á myndini: Laila Rólantsson, Claus Højgaard, Sámal Hansen, Eystan Elisson og Linda Højgaard

Frá vinstru á myndini: Laila Rólantsson, Claus Højgaard, Sámal Hansen, Eystan Elisson og Linda Højgaard

Nevndin hevur skipað seg á fyrsta fundi eftir aðalfundin tann 17. juni 2022. Formaður er Sámal Hansen, næstformaður er Linda Højgaard, Eystan Elisson er peningarøkil, Laila Rólantsson er skrivari og Claus Højgaard er nevndarlimur. Tiltakslimir eru Eilis Johannesen og Friðrika Mortensen Kristiansen.

Á aðalfundinum staðfesti formaðurin í frágreiðingini fyri virksemi felagsins seinasta árið, at almennu og kommunalu arbeiðsgevararnir, herundir Tórshavnar kommuna, framvegis gera mismun á fakfeløgunum við framhaldandi at loyva leiðarum á ymsu stovnunum at lata vera við at geva nýsettum starvsfólki møguleika at velja ímillum Pedagogfelagið ella Hjálparfólkafelagið.

Hóast millum túsund og 1500 hjálparfólk framvegis eru limir í Pedagogfelagnum, so eydnaðist tað Hjálparfólkafelagnum at tosa við arbeiðsgevarasíðuna og fáa einstøk sjónarmið ígjøgnum til seinastu sáttmálasamráðingar, hóast Føroya Pedagogfelag royndi at mótarbeiða hesum.

Umrøtt varð eisini, at Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal koma við tilmælum um betranir á trivnaðarøkinum. Hjálparfólkafelagið hevur ikki umboð í hesum arbeiðsbólki og Føroya Pedagogfelag talar ikki Hjálparfólkafelagsins søk í hesum sambandi.

Eisini varð kunnað um, at nevndin áhaldandi vísir á, at tørvur er á reglum sum áseta, hvussu nógv hjálparfólk skulu setast á hvørjum arbeiðsplássi – og ikki bara, hvussu nógvir pedagogar skulu setast. Orsakað av vantandi reglum eru arbeiðspláss, har bara pedagogar arbeiða, og onnur arbeiðspláss, har bara hjálparfólk arbeiða.

Felagið er væl fyri fíggjarliga og limagjaldið er óbroytt, 1,5% av lønini.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo