Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Á nevndarfundi í Sørvágs Arbeiðarafelag sunnudagin 23. jan. var fylgjandi samtykt,

Nevndin í Sørvágs Arbeiðarafelag hevur avgjørt at hækkað útgjaldið úr sjúkragrunni felagsins úr max. kr. 5.000,- uppí max. kr. 15.000,-.

Útgjaldið úr sjúkragrunninum er ikki broytt seinastu 35 árini, meðan avgjøldini hjá felagslimunum er hækka fleiri ferðir. Nevndin fer tí at leggja uppskot um hettar fyri eykaðaðalfundin tann 23. mars. í ár.

Sjúkragrunnur felagsins var í síni tíð orðaður av landsrættatsakførara Sigurð Joensen. Og tilsigur, at limir felagsins sum eru langtíðarsjúkrameldaðir, tvs. meira enn 13 vikur, kunnu søkja um at fáa supplera sjúkrapengarnar úr 80 % upp í 100% í eina avmarkaða tíð. Útgjøld úr grunni felagsins koma undir vanliga skattskyldu.

Til orientering so sær tað út sum, at sjúkragrunnur Føroya Arbeiðarafelags sum form. í FA, í síni tíð Jóhs. Olsen úr Sandavági grundlegði, ikki er virkin meira fyri limir felagsins at søkja stuðul. Felagslimir kunnu tó royna at forhoyra seg hjá FA um átroðkandi hjálp um stuðul.

23. jan. 2022
Nevnd Sørvágs Arbeiðarafelags
Rúni Nolsøe, form.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo