

Konservativi tabloidmiðilin New York Post plagdi at vera yndisavísin hjá Donald Trump, men nú er ikki víst, at fyrrverandi forsetin er so fegin, tá ið hann sær forsíðuna í dag, skrivar danska TV 2.
Avísin hevur sett republikanska guvernørin Ron DeSantis á forsíðuna og skrivar við stórum stavum Ron "DeFuture" sum framtíðar maðurin hjá Republikanska flokkinum.
Today's cover: Ron DeSantis shows he’s future of the GOP https://t.co/Ja9rO579r4 pic.twitter.com/9Px1KBH1MP
— New York Post (@nypost) November 9, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo