At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-150/2021 frá Sirið Stenberg, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø, um møguligar sparingar í Almannaverkinum

Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
1. Er Almannaverkið í holt við at fremja sparingar ?
2. Um ja hvørjar?
3. Hvørja ávirkan hevur tað á virksemið í Almannaverkinum, at játtanin til Trivnaðartænastur varð skorin á fíggjarlógini við meira enn 5 milliónum kr.?

Til nr. 1
Trivnaðartænastan í Almannaverkinum er undir stórum trýsti, og tí er Almannaverkið í holt við at fremja sparingar í virkseminum. Hetta er neyðugt bæði í samband við at fáa sum mest burturúr játtanini og at gagnnýta starvsfólkaorkuna. Biðið er um eykajáttan til at umgangast at gera aðrar sparingar, sum hava stóra ávirkan á tænastuna.

Til nr. 2
Arbeitt verður við at lata eitt sambýli aftur, har borgararnir verða fluttir í annan bústað.

Umframt at meira fæst fyri minni við hesi avgerð, so er endamálið eisini at veita eina betri tænastu til húsfólkið, ið flytur. Eins og undanfarin ár verður umlættingin avmarkað í summarferiuni. Harumframt metir Almannaverkið, at tað er neyðugt at skerja umlættingina yvirhøvur. Hetta er ein liður í at fáa eina javnari tænastu um alt landið, men harumframt er tíverri eisini neyðugt at lækka tænastustigið nakað.

Stuðulstænastan verður endurskoðað, við tí endamáli at fáa sum mest burturúr játtanini.

Roynt verður at minka um útreiðslur til annan rakstur so sum viðlíkahald til bygningar, har virksemið hjá Trivnaðartænastum er.

Til nr. 3
Tað hevur stóra ávirkan, og tí er í uppskoti til eykajáttan, sum júst er latið Løgtinginum, biðið um hægri játtan til endamálið. Orsakað av, at verandi virksemi er vorðið dýrari enn mett var í fíggjarlógarviðgerðini, er stórur partur av eykajáttanini til verandi brúkara í skipanini, soleiðis at tað verður lítið rúm fyri at taka nýggjar brúkarar inn í skipanina, uttan at hetta ávirkar tænastustigið munandi.

Almannamálaráðið, 4. apríl 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo