Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur   eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari:  Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari:  Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni:  Marknaeftirlit og «Heildarætlanin um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum»

Spurningar:   
1. Í Heildarætlanini verða tørvir hjá TAKS lýstir: Tørvur er m.a. á profileringsskipan, skannarum av ymiskum slagi, rúmsáttari hølum á flogvøllinum og á havnarlagnum í Havn. Er nakað tí framt, ið TAKS ynskir? 

2. Hvør er metti kostnaðurin av øllum tí, ið TAKS metir vera neyðugt fyri at fáa styrkt um marknaeftirlitið sum best?

3. Undanfarni løgmaður segði, at vit hava ikki ráð at bíða – hvat sigur núverandi løgmaður?

Viðmerkingar:
«Rúsevni floyma inn í samfelagið» var yvirskrift í Kvf í apríl í ár. «Rúsevni floyma, har fólk savnast» segði leiðarin fyri RÓWT í juli í ár. «Rúsevni floyma enn inn í landið» var forsíðan á Sosialinum í júst farnu viku. Kanningardeildin hjá løgregluni sigur, at nøgdirnar av rúsevnum gerast alsamt størri.

Gongdin er ikki góð, kann sostatt staðfestast. Hóast tøk eru tikin á rúsevnisøkinum fyri at basa bæði innflutningi og misnýtslu, so tykist tað góða at tapa, og óndskapurin at vinna. Tað er eyðsýniliga neyðugt at seta enn harðari móti hørðum, tí bara seinastu tvey árini er m.a. lagt hald á tvífalt so stórar nøgdir av hashi sum tey átta undanfarnu árini tilsamans, sambært Kvf í apríl í ár. Nøgdin av harðari rúsevnum er eisini markant hækkað.

Í mars 2022 varð «Heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevinsmisnýtslu í Føroyum 2022-2028» handað táverandi løgmanni, Bárði á Steig Nielsen.

Heildarætlanin inniheldur 58 tilmæli innan hesi fimm átaksøki: Fyribyrging, viðgerð, eftirlit, revsifulnaður og vitanargrundarlag. “Í Føroyum kunnu vit als ikki liva við, at ung detta niðurímillum. Vit síggja tíverri, at hetta hendir. Nú hava vit fingið nøkur greið tilmæli og góð amboð. Tað fegnist eg um, tí vit mugu gera nakað við trupulleikan beinanvegin. Vit hava ikki ráð at bíða,” røddi løgmaður tá heildarætlanin varð handað.

Bæði politi og tollvald gera nógv fyri at steðga innflutninginum av ólógligum rúsevnum. Tó metir politiið sambært Heildarætlanini, at myndugleikarnir bert steðga einum lítlum parti av innflutninginum, og at neyðugt er at styrkja marknaeftirlitið.

Hvat verður gjørt á hesum øki? 

Á Løgtingi, 13. septembur 2024
Bárður á Lakjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo