Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Forfedrar okkara, ið hvussu so er nógvir teirra, eru ættaðir úr Noregi og festu búgv her í Føroyum. Teir komu úr Noregi ella norskum niðursetulondum, har teir høvdu dvølst á víkingaferðum sínum.

Við sær bóru teir málið, tosað var í heimlandinum. Vit rópa tað norrønt. Sum øldir liðu, tók málið at broytast smátt um smátt. Føroyskt, íslendskt og norn (mál orknoyinga og hetlendinga) spruttu úr somu rót.

Nú, Kringvarp Føroya í seinastuni hevur gjørt væl burtur úr spennandi fornfrøðiliga útgrevstrinum hjá Tjóðsavninum niðri á Bakka á Velbastað, legði tú um dagarnar leiðina tann vegin. Fólkini vóru øll sera fryntlig.

Helgi Michelsen, savnsvørður og leiðari av granskingarverkætlanini, segði frá ymsum spennandi á rundleitta forna kirkjugarðinum, eitt nú kristnum grøvum, sum helst eru væl eldri enn um ár 1000, tá ið Sigmundur sigst hava kristnað Føroyar.

Nógvur aktivitetur var niðri á Bakka hesa góðveðursløtu. Umframt tey, sum gróvu við kønari hond, var savnsteknikari, sum var í ferð við at taka sýnislutir av lívrunnum tilfari at kolevnis-14 tíðarfesta. Forna røddin hoyrdist eisini úr moldini hesa løtuna. Undan kavi kom eitt nú ein tonn (jaksul), ið var í góðum standi.

Helgi Michelsen umrøddi eina lítla kirkju- ella bønhústoft, ið grivin var fram í kirkjugarðinum. Hann segði eisini frá brendum byggkornum, ið funnin vóru niðarlaga í moldini og tíðarfest til árini millum 765 og 905.

Hetta er alt áhugavert. Við nýggju tíðarfestingunum og nýggju tøknini við dronu og georadara duga vit greiniligari at síggja søguligu menning okkara í ljósinum av tí, fram fór í hinum Norðurlondunum – at seta Føroyar inn sum lið í breiðari søguligum høpi.

Man stundin ikki vera komin til at avmarka føroyska víkingaøld samsvarandi øðrum londum til árini 800-1050?

Óli Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo