Fríggjadag seinnapart letur málningaframsýning hjá Niels Jensen upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Á framsýningini verða akrylmálningar, umframt kol og pastellmyndir, ið eru teknaðar á krossvið. Flestu myndaevnini hjá Niels eru fólk.
Niels hevði sína fyrstu framsýning í Smiðjuni fyri 25 árum síðani. Síðan tá hevur list hansara verið sýnd fram fleiri ferðir í Smiðjuni, umframt at hann hevur sýnt fram í Danmark, har hann eisini hevur fingið undirvísing í klassiskari tekning á Ny Carlsberg Glyptotekinum.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 18. juni klokkan 14, og verður hon opin til týsdagin 22. juni.
Upplatingartíðirnar eru hesar:
Fríggjadagin: 14-20
Leygardagin: 12-20
Sunnudagin: 12-20
Mánadagin: 14-20
Týsdagin: 14-20.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo