Spard króna er vunnin króna
- Gírigur McKvagg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Innsent: Í døgunum fríggjadagin 14. juni – týsdagin 18. juni verður framsýning hjá Niels Jensen í Smiðjuni í Lítluvík.

Fríggjadag seinnapart letur málningaframsýning hjá Niels Jensen upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Á framsýningini verða bæði málningar og koltekningar. Myndaevnini eru ymisk, alt frá bókum til mánalýsi.

Niels hevur sýnt fram í Smiðjuni fleiri ferðir áður, og eisini hevur hann luttikið á framsýningum í Danmark, har hann eisini hevur fingið undirvísing í klassiskari tekning á Ny Carlsberg Glyptotekinum.

Framsýningin letur upp fríggjadagin 14. juni klokkan 14, og verður hon opin til og við týsdagin 18. juni.

Upplatingartíðirnar eru hesar: 
Fríggjadagin: 14-20
Leygardagin: 12-20
Sunnudagin: 12-20
Mánadagin 14-20
Týsdagin: 14-20

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo