Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Sunnudagin 23. februar fyllir Niels Petur Nolsøe, lærari, sjeytifimm ár.

Hann er føddur í Vági, sonur teirra Jenny, f. Jacobsen av Nesi í Vági og Jens Mohr Nolsøe, ið var ættaður av Tvøroyri.

Niels Petur gekk á læraraskúla í Havn frá 1964 til 1969 og tók eftir lokna útbúgving við starvi sum lærari í Vágs skúla, og her var hann øll síni arbeiðsár, til hann legði frá sær fyri aldur.

Mær untist at ganga í sama flokki sum Niels Petur á læraraskúlanum. Hetta var ein rík tíð – fyrst fýra ár í grótbygninginum á Vaglinum, har býráðið nú heldur til, og so seinasta árið á Frælsinum.

Vit vóru sostatt fyrsti flokkur, sum fekk prógvini handað í høllini í nýbygda Føroya Læraraskúla, sum nú er avlagaður og lagdur undir Fróðskaparsetur Føroya.

Óneyðugt er at siga, at hesi árini - seinni helmingur av sekstiárunum – var ein heilt onnur tíð bæði so og so. Á Læraraskúlanum hittust ungfólk úr at kalla øllum oyggjum landsins. Vit vóru komin til Havnar at ganga í skúla – tímatalið mundi liggja um 34-36 tímar um vikuna, og eingin møguleiki var at sleppa heim við bili ella bussi eftir loknan skúladag. Vit fóru heim at halda heystfrí, jólafrí og páskafrí – og tað var tað.

Hetta styrkti sjálvsagt samanhaldið í flokkinum.

Neyvan er nakar  læraraskúlaflokkur, sum hevur hildið so væl saman sum vit.

Og onkur grund man vera til tess. Sjálvsagt var tíðin, sum nevnt, ein onnur: “Poddar og paddar”, sum Niels Petur plagar at málbera seg, vóru ikki til tá, ongar fartelefonir og eingin fjasbók, og samhaldsfesti var ikki eitt hugtak, sum fólk snerktu at – heldur tvørturímóti.

Sum flokkur hittust vit aftur, tá ið 10 ár vóru liðin, síðani vit tóku prógv, síðani 15 ár – 20 – 25 – 30 – 35 – 40 – 45 – 50; vit hava ferðast saman í Berlin, Reykjavík og Edinburgh, og nú hava vit viðtikið, at vit skulu hittast á hvørjum ári, tí vit hava tað so stuttligt, tá ið vit eru saman.

Vit skulu helst inn á lyndiseyðkennini, sum myndaðu henda flokk, til at ráða gátuna, hví samanhaldið hevur verið so gott. Ein høvuðsorsøkin til góða hýrin og vinalagið er, sum eg dugi at síggja tað, ikki minst føðingardagsbarnið, sum nú fer um tey 75.

Niels Petur!

Okkara millum – og tað man vera myndin flest øll hava av tær – ert tú fívilin, hann sum sær tað skemtiliga í øllum og við keipum og frásagnum bergtekur heila mannamúgvu. Men tú ert ikki bara tað.

Tú ert ólukksáliga stuttligur, men um fívilin hevur ofta verið sagt, at innast inni er hann ein viðkvom sál, og tað kann eg sum vinur tín øll hesi ár vátta. Vit høvdu so ómetaliga nógv saman tey fimm árini í Havn frá 1964 til 1969 – bæði í skemti og álvara, tú sum formaður í næmingafelag Føroya Læraraskúla, eg sum blaðstjóri á felagsblaði okkara “Snarljósi”.

Í mai mánaði í 2014 gjørdi flokkurin ferð saman til Berlin – vit vóru 30 í ferðalagnum. Haðani hetta stutta minnisbrotið:

“Vit standa í Mollstrasse og bíða eftir lunnavagninum M 6, sum kemur úr Hellesdorff umvegis Landsberger Allee og skal steðga her – sum sagt í Mollstrasse. – Vit fara uppí. Tey fæstu fáa sess, og vit halda okkum sum frægast í stroppar og stengur, tá ið vagnurin skrenjandi og krússandi sneiðir inn á Alexander Platz við kós móti Hackescher Markt, sum er endastøð. Berlin-búgvar eru heldur morgunljótir og at vísa seg svinnir, men so tekur skemtarin úr Vági um stýrisvøl, um ikki á vagninum sjálvum so á huglagnum innanveggja, hann leggur seg út í borðið í hvørjari sneiðing, ger nógv burturúr, tá ið vagnurin bremsar og tekur dik á seg aftur, hermir eftir ljóðunum og fær allar sínar floksfelagar at flenna í kýki. Týskarar tyktust undrast á, at fólk, sum komið er í eftirlønaraldur, kann bera seg soleiðis at. “Ordnung muss sein!” stóð at lesa í eygum teirra, men líka løgdu vit í tað.

Og gleimurin heldur fram hetta kvøldið, vit sigla á ánni Spree, har vit eta ein bita og syngja allar sangirnar vit lærdu uttanat, Knútur og Hilmar tamba og kroysta við sínum harmonikum, og vit syngja á føroyskum og donskum, á norskum, svenskum og íslendskum, á enskum og so á týskum sjálvsagt: “Die Gedanken sind frei”, “Ich weiss nicht was soll es bedeuten”, “Sah ein Knab ein Röslein stehn” og fleiri við teimum. Og so taka vit saman og kvøða eina lætta vísu – og barrvørðurin sveiggjar aftur og fram við ørmunum handan diskin, og myndatól skyggja og fartelefonir og teldlar eru á lofti at avmynda hesar kátu oyggjabúgvar.”

Í mai mánaði í 2016 vóru vit í Íslandi, har floksfelagi okkara Jónfinn úr Vestmanna tók væl ímóti okkum. Vit gjørdu dagsferðir til Vestmannaoyggjar og norður á Borgarnes og vitjaðu annars søvn og mentanarhús í Reykjavík. Fráfaringardagin fóru vit av gistingarhúsinum kl. 11, men skuldu ikki flúgva heim fyrr enn kl. 14. Jónfinn bjóðaði okkum tá á arbeiðspláss sítt, sum er Pennin Eymundsson – hetta var í bókabúðini í Austurstræti. Har varð boðið kaffi og ein biti, og har úti á svalanum er henda myndin av okkum báðum tikin. Eg hevði leitað eftir bókum eina løtu, og fekk hetta savnið “Neptún” upp í hondina. Tað mátti eg geva tær.

NePtuN skrivaði tú undir yrkingar tínar, tá ið tú royndi teg í “Snarljósi” og seinni gjørdist kendur fyri tínar skemtitættir, kvøður og yrkingar.

Í 2004 læt tú úr hondum savn av táttum og yrkingum, sum tú – lítillátin, sum tú ert - nevndi “Smátúgvur”. í 2018 kom bókin “Um heimlig tún”.

Henda heilsan skal enda við – eftir mínum tykki – bestu yrkingini úr fyrra savninum:

Pálsmessumorgun 1988

Morgunluftin stálblonk –
hann kylir av landnyrðingi
- dimmgráir skýsnøklar á ferð

- suðureftir –
móti heitari londum.

Eitt hanagleiv longdist dagurin
- søgdu teir gomlu –
og vit samtykkja, at so er,

tí vit vilja, at so skal vera.

Og vit ímynda okkum
- í hesum stálblanka eystanhimli –
summarið.

Og við vilja hyggja vit bert tann vegin,
tí vit vilja gloyma

- veturin -.

Takk fái hann,
sum legði í okkum
hetta lyndið

- á pálsmessumorgni –
at hyggja móti eystri,

har dagur brestur
- og ikki móti vestri –

har náttin doyr.

Soleiðis yrkir bara eitt rætt skald.

Hjartaliga til lukku mín aldavinur!

Árni Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo