Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Kóboykex: Nýggi føroyski bólkurin Kóboykex, ið er mannaður við Sigmundi Zachariassen og Heiðriki á Heygum, gevur í dag út sítt nýggja staklag, ið kallast “Night Out”.

Kóboykex hevur verið nógv um seg seinastu tíðina, har bólkurin hevur spælt á fleiri festivalum. Eitt nú á The Great Escape í Onglandi og her í Føroyum á Country Festivalinum og G! Festivalinum.

Næsta vikuskifti eru teir ein av teimum útvaldu bólkunum, ið skulu spæla á Iceland Airwaves saman við nøvnum sum Brimheim, Janus Rasmussen, Guðrið Hansdóttir og Marius DC.

Sigmundur er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og hann er við at byggja sær stórt navn upp á útlendska punk pallinum. Fjøllistamaðurin Heiðrik kenna vit frá plátum hansara Funeral og Illusions, har landaplágur sum “Change of Frame”, “Monster” og “Hope You’re Crying” eru á. 

Sigmundur og Heiðrikur siga, teir fáa íblástur frá tónleikinum hjá Beck, Ennio Morricone, Patsy Cline, The White Stripes, Mirwais og gomlum spaghetti western filmum.

Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur upptikið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo