Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í heyst hevur Hvistan skipað fyri heilsutúrum leygardagar. Nú árið er komið at halla, eru bert tvey tiltøk eftir, har annað er nú leygardagin kl. 11.

Nissutúrurin er skipaður soleiðis, at luttakararnir eru nissuklæddir við nissuhúgvu, reyðari nøs, jólaklæðum ella líknandi.

Eins og heilsutúrarnir verður byrjað við Miðlatún, og ein er í gongd í 15 minuttir; so verður vent og leiðin løgd aftur til Miðlatún, í alt 30 minuttir.

Tá ið komið verður aftur í Miðlatún, er lutakast millum øll tey luttakandi um eina gávukurv, umframt at Hvistan bjóðar kakao og bollar.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo